Útnorðurráðið haft ársfund í Nuuk

Útnorðurráðið, sum er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar, hevur í døgunum 22-24 oktober haft ársfund í Nuuk, har 6 tinglimir úr Føroyum luttóku. Úr Íslandi og Grønlandi luttóku somuleiðis 6 tinglimir úr hvørjum landi.

Tíðindaskriv:

Fleiri evni vórðu viðgjørd á fundinum. Millum annað var eitt uppskot úr Føroyum um at seta á stovn eina havumhvørvisvirðisløn í útnorði, og varð hetta uppskotið einmælt samtykt. 

Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað, samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi (NAUST) umrødd.

Londini skiftast um at hava formansskapin í Útnorðurráðnum. Seinasta árið hevur Grønland haft formansskapin, men á ársfundinum yvirtók Ísland formansskapin.