Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sigríður Blöndal, stjóri í Arctic Circle, og Lars Emil Johansen, formaður fyri fyri Útnorðurráðnum, skrivaðu undir samstarvsavtaluna.

Útnorðurráðið biður um stuðul til umsøkn um eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum

Evnisráðstevnan 2016 hjá Útnorðurráðnum, sum hevur verið hildin í Grindavík í Íslandi 30. og 31. januar, er liðug.

Í sambandi við ráðstevnuna helt Útnorðurráðið eyka ársfund.

Á síðsta ráðstevnudegi, varð samtykt tilmæli, ið heitir á Føroya Landsstýri, Grønlendska Naalakkersuisut og Íslendsku stjórnina, at stuðla umsøkn Útnorðurráðsins at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.

Útnorðurráðið søkti um at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum hin 27. august í 2014, men enn er umsøknin ikki viðgjørd.

Á ráðharrafundi í Iqalauit í Canada 24. april í 2015, avgjørdi Arktiska Ráðið, at bíða við at viðgera allar umsøknir um eygleiðarastøðu, til næstu ferð, ráðið skipar fyri ráðharrafundi. Tann fundurin er settur at verða á vári í 2017, í Fairbanks í USA.

-Tað hevur við sær, at ting og stjórnir hava møguleikan at stuðla umsøknini, til fundurin verður í 2017.  Partur av málsframhaldinum er tíðarskeiðið frá hesi løtu, til fundurin verður - og umráðandi er, at (útnorður-)ting og stjórnir eru virkin í arbeiðnum at tryggja, at umsøknin verður gingin á møti, stendur at lesa í grundgeving til tilmælið frá Útnorðurráðnum.

Væleydnað evnisráðstevna
“Fólkaræði í Útnorðuri - leiklutur tjóðartinganna í arktiskari stjórnarstýring”, var heitið á ársins evnisráðstevnu.

Tinglimir fingu íblástur til, hvussu teir hvør í sær kunnu styrkja arbeiðið í Útnorðurráðnum. 

Zlatko Šabič, Slovenien, professari í altjóða sambondum, og ph.d Dalee Sambo Dorough úr Alaska,  serfrøðingur í mannarætti, altjóða mannarættindalóggávu, altjóða sambondum, og upprunafólka-mannarættindalógávu, greinaðu og góvu fatanina av hvat hollur uttanríkispolitikkur og stjórnan er.

Harumframt var dentur lagdur á ávirkan á gongdina í Arktis. Kjakast varð dúgliga, um hvussu tað ber til hjá tinglimum at styrkja egna luttøku í- og ávirkan á arktisku dagsskránna, bæði á tjóðartingi, mótvegis útinnandi valdi og á altjóða palli. 

Fleiri høvdu á orði, at arbeiðið er ymiskt, í og við at Ísland er sjálvstøðug tjóð, og Grønland og Føroyar hava heimastýri - men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Samstarvssáttmáli millum Útnorðurráðið og Artcic Circle kom í lag á ársins evnisráðstevnu. Hann hevur við sær, at Útnorðurráðið leggur fram hugskot og uppskot um evnisdagar, evni, røðarar og 
fyrilestrahaldarar, og – um semjast kann um tað, og grundarlag er fyri tí – leggur til rættis verkætlanir 
millum ársfundir, til dømis stovnar nevndir at taka sær av serligum evnum í ráðveldi Arctic Circle.

-Sáttmálin er týdningamesta avrikan nakrantíð í Útnorðurráðnum, sigur Unnur Brá Konraðsson, 1. varaforkvinna í Útnorðurráðnum.

Sigríður Blöndal, stjóri í Arctic Circle, og Lars Emil Johansen, formaður fyri fyri Útnorðurráðnum, skrivaðu  undir samstarvsavtaluna.