Útnorðurráðið biður um stuðul til umsøkn um eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum
Evnisráðstevnan 2016 hjá Útnorðurráðnum, sum hevur verið hildin í Grindavík í Íslandi 30. og 31. januar, er liðug.
Í sambandi við ráðstevnuna helt Útnorðurráðið eyka ársfund.
Á síðsta ráðstevnudegi, varð samtykt tilmæli, ið heitir á Føroya Landsstýri, Grønlendska Naalakkersuisut og Íslendsku stjórnina, at stuðla umsøkn Útnorðurráðsins at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.
Útnorðurráðið søkti um at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum hin 27. august í 2014, men enn er umsøknin ikki viðgjørd.
Á ráðharrafundi í Iqalauit í Canada 24. april í 2015, avgjørdi Arktiska Ráðið, at bíða við at viðgera allar umsøknir um eygleiðarastøðu, til næstu ferð, ráðið skipar fyri ráðharrafundi. Tann fundurin er settur at verða á vári í 2017, í Fairbanks í USA.
-Tað hevur við sær, at ting og stjórnir hava møguleikan at stuðla umsøknini, til fundurin verður í 2017. Partur av málsframhaldinum er tíðarskeiðið frá hesi løtu, til fundurin verður - og umráðandi er, at (útnorður-)ting og stjórnir eru virkin í arbeiðnum at tryggja, at umsøknin verður gingin á møti, stendur at lesa í grundgeving til tilmælið frá Útnorðurráðnum.
Væleydnað evnisráðstevna
“Fólkaræði í Útnorðuri - leiklutur tjóðartinganna í arktiskari stjórnarstýring”, var heitið á ársins evnisráðstevnu.
Tinglimir fingu íblástur til, hvussu teir hvør í sær kunnu styrkja arbeiðið í Útnorðurráðnum.
Zlatko Šabič, Slovenien, professari í altjóða sambondum, og ph.d Dalee Sambo Dorough úr Alaska, serfrøðingur í mannarætti, altjóða mannarættindalóggávu, altjóða sambondum, og upprunafólka-mannarættindalógávu, greinaðu og góvu fatanina av hvat hollur uttanríkispolitikkur og stjórnan er.
Harumframt var dentur lagdur á ávirkan á gongdina í Arktis. Kjakast varð dúgliga, um hvussu tað ber til hjá tinglimum at styrkja egna luttøku í- og ávirkan á arktisku dagsskránna, bæði á tjóðartingi, mótvegis útinnandi valdi og á altjóða palli.
Fleiri høvdu á orði, at arbeiðið er ymiskt, í og við at Ísland er sjálvstøðug tjóð, og Grønland og Føroyar hava heimastýri - men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.
Samstarvssáttmáli millum Útnorðurráðið og Artcic Circle kom í lag á ársins evnisráðstevnu. Hann hevur við sær, at Útnorðurráðið leggur fram hugskot og uppskot um evnisdagar, evni, røðarar og
fyrilestrahaldarar, og – um semjast kann um tað, og grundarlag er fyri tí – leggur til rættis verkætlanir
millum ársfundir, til dømis stovnar nevndir at taka sær av serligum evnum í ráðveldi Arctic Circle.
-Sáttmálin er týdningamesta avrikan nakrantíð í Útnorðurráðnum, sigur Unnur Brá Konraðsson, 1. varaforkvinna í Útnorðurráðnum.
Sigríður Blöndal, stjóri í Arctic Circle, og Lars Emil Johansen, formaður fyri fyri Útnorðurráðnum, skrivaðu undir samstarvsavtaluna.