Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útgávukonsert og nýtt videolag frá Hús

Hús gav út sína fyrstu plátu 'Nevember' fyri góðum mánaða síðan á plátufelagnum Kervið. Í kvøld t. 7 desember kl. 21 spælir Hús eina ókeypis útgávukonsert í Tøting í Gøtu, sum Tónleikasamtakið Grót skipar fyri. Umframt Hús spælir Rebekka Petersen eisini.

Í samband við útgávukonsertina letur Hús eisini frá sær eitt nýtt videolag. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt videolagið burtur úr gomlum 8mm bandupptøkum, sum hann fann á loftinum hjá mammubeiggjanum. Samansettu brotbitarnir eru sum eitt sorgblítt ekkó frá eini farnari tíð.
 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=2z2YyVcBOFg&feature=youtu.be]