Útgávukonsert og nýtt videolag frá Hús

Hús gav
út sína fyrstu plátu 'Nevember' fyri góðum mánaða síðan á plátufelagnum 
Kervið. Í kvøld t. 7 desember kl.
21 spælir Hús eina ókeypis útgávukonsert í Tøting í Gøtu, sum
Tónleikasamtakið Grót skipar fyri. Umframt Hús
spælir Rebekka Petersen eisini.

Í samband við útgávukonsertina letur Hús eisini frá sær eitt nýtt videolag.
Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt videolagið burtur úr gomlum 8mm
bandupptøkum, sum hann fann á loftinum hjá mammubeiggjanum. Samansettu
brotbitarnir eru sum eitt sorgblítt ekkó frá eini farnari tíð.