Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppskot til eftirlønarlóg fer nú í hoyring

Uppskotið, ið ásetur eftirlønaruppsparing í Føroyum frameftir, verður nú sent í hoyring, og siktið er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í vár Uppskotið til eftirlønarlóg - sjálvur bulurin í føroyska pensjónsreforminum - verður nú sent í hoyring.

Hetta er uppskotið, ið ásetur, hvussu eftirlønaruppsparingin í Føroyum verður frameftir.

Arbeitt hevur verið leingi við uppskotinum, og tað er broytt og tillagað so hvørt. Hetta er tí triðju ferð, at uppskotið til eftirlønarlóg fer út í hoyring.

Í hesum sambandi sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum:

"Nýggja skipanin hevur stóran samfelagsligan týdning. Hon skal vera stabil og tryggja allar føroyingar í framtíðini. Tí hevur tað stóran týdning, at ymsu hoyringspartarnir koma við afturmeldingum".

Eftirlønarlógin er sjálvur bulurin í pensjónsreforminum, sum ætlanin er at seta í verk.

Endamálið við Eftirlønarlógini er at økja eftirlønaruppsparingina, so fólki ikki fer at tørva fulla fólkapensjón frameftir. Hetta verður mett neyðugt, tí eldru borgararnir fjølgast, og tað ber í sær, at tað verða verri ráð at veita øllum borgarum fulla fólkapensjón frameftir.

Eftirlønarlógin ásetur, at allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum skulu spara upp 15 prosent av lønini til egna eftirløn. Neyðuga uppsparingin verður sett í verk í eini skiftistíð. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig árliga, upp í 15 prosent í 2028.

Nógv gjalda longu til egna eftirløn, men mong spara ov lítið upp ella als ikki.

Roknað verður við, at eftirlønarlógin sum frá líður fer at tvífalda árligu eftirlønaruppsparingina í Føroyum.

Ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum politiskum flokkum er við í viðgerðini av uppskotinum.

Ætlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í vár. Vegna landsstýrið hava Jørgen Niclasen og Annika Olsen staðið fyri arbeiðnum.

Í politiska fylgibólkinum sita:

Hendrik Old

Rigmor Dam

Rósa Samuelsen

Helgi Abrahamsen

Kristianna W. Poulsen

Sirið Stenberg

Kristina Háfoss

Jákup Mikkelsen

Joen Magnus Rasmussen

Poul Michelsen

Jenis av Rana

Janus Rein

Eftirlønarlógin: http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/21101720-b612-4b2a-b8cd-786827144249/5bd79b15-00ce-47a2-b993-1c83ae66a9ff.pdf