Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umhvørvisstovan hevur givið Landsverki undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd. 

Í sambandi við breiðkan av vegi, hevur Landsverk ætlan um at sáa í benið, og tí søkt  um undantaksloyvi at taða eitt øki í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum.

Umhvørvisstovan heldur, at tað hevur týdning, at sátt verður í øki, sum verða løgd ber í sambandi við vegagerð o.a., fyri at forða fyri erosjón, og at taðing á slíkum økjum kann vera fevnt av § 8, stk. 5 í kunngerðini um at loyva taðing oman furi 250 metra hædd.

Í loyvinum er tó treyt sett um, at taðast skal bara á økinum, har svørðurin er grivin omanav.

Undantaksloyvini eru her: http://us.fo/Default.aspx?ID=14188

Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato, t.e. mikudagin 3. august 2016.