Undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metra hædd
Umhvørvisstovan hevur givið Landsverki undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd.
Í sambandi við breiðkan av vegi, hevur Landsverk ætlan um at sáa í benið, og tí søkt um undantaksloyvi at taða eitt øki í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum.
Umhvørvisstovan heldur, at tað hevur týdning, at sátt verður í øki, sum verða løgd ber í sambandi við vegagerð o.a., fyri at forða fyri erosjón, og at taðing á slíkum økjum kann vera fevnt av § 8, stk. 5 í kunngerðini um at loyva taðing oman furi 250 metra hædd.
Í loyvinum er tó treyt sett um, at taðast skal bara á økinum, har svørðurin er grivin omanav.
Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til
us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato, t.e. mikudagin 3. august 2016.