Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo





Ljóðkanningar vísa, at skulu ásettu markvirðini frá Umhvørvisstovuni haldast, mugu vindmyllurnar setast upp uttast á Eystnesi.

Tríggjar vindmyllur setast upp aftrat í Neshaga

Elveitingareftirlitið tók í vár av einum tilboði frá Elfelagnum SEV um at seta upp tríggjar vindmyllur aftrat í Neshaga, har SEV frammanundan hevur fýra myllur standandi.

Nýggju myllurnar frá týsku vindmyllufyritøkuni Enercon hava ein mátt upp á 0,9 MW hvør og skulu eftir ætlanini gera 10,6 GWh av streymi um árið.

Í sambandi við hesa ætlanina hevur SEV gjørt eina umhvørvisárinsmeting, sum nú er løgd fram til hoyringar.

Hoyringsfreistin 6 vikur

Áhugað kunnu venda sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar í seinasta lagi mikudagin 7. desember skulu sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella á us@us.fo.

Almenna lýsingin av umhvørvisárinsmetingini kann síggjast við at trýsta á linkin:

http://www.sev.fo/Files/Billeder/Intranet/Umhvørvisárinsmeting%20av%20vindorkuætlan%20í%20Neshaga.pdf