Elveitingareftirlitið tók í vár av einum tilboði frá Elfelagnum SEV um at seta upp tríggjar vindmyllur aftrat í Neshaga, har SEV frammanundan hevur fýra myllur standandi.
Nýggju myllurnar frá týsku vindmyllufyritøkuni Enercon hava ein mátt upp á 0,9 MW hvør og skulu eftir ætlanini gera 10,6 GWh av streymi um árið.
Í sambandi við hesa ætlanina hevur SEV gjørt eina umhvørvisárinsmeting, sum nú er løgd fram til hoyringar.
Hoyringsfreistin 6 vikur
Áhugað kunnu venda sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar í seinasta lagi mikudagin 7. desember skulu sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella á us@us.fo.
Almenna lýsingin av umhvørvisárinsmetingini kann síggjast við at trýsta á linkin: