Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tølini ikki røtt hjá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin hevur í lýsingum víst aftur, at ein, ið tjenar 25.000 kr. um mánaðin, fer at hava 1.000 kr. minni um mánaðin í pensjón, nú pensjónin verur skattað við 40%. Men tølini hjá Fakfelagssamstarvinum eru røtt.

Borið hevur verið fram, at roknistykkið ikki tekur hædd fyri fólkapensjónini. Men roknistykkið hjá Fakfelagssamstarvinum tekur hædd fyri fólkapensjónini og øllum øðrum gjøldum. Umframt fyri, at lógarkravda pensjónsgjaldið er 15%, soleiðis sum lógin leggur upp til og soleiðis, sum størsti partur av limunum í Fakfelagssamstarvinum rinda í løtuni.

Fólkaflokkurin hevur sett eitt nýtt roknistykki upp, ið tó ikki byggir á veruligu støðuna hjá okkara limum. Í roknistykkinum hjá Fólkaflokkinum hevur persónurin einans spart upp til eitt útgjald á 50.000 kr. um árið. Henda upphædd tykist vald, fyri at fáa roknistykkið at passa. Men upphæddin er alt ov lág. Um tú rindar 15% til pensjón í 30 ár og tjenar 25.000 um mánaðin, hevur tú eitt útgjald eftir skatt á umleið 122.000 kr um árið. 

Roknistykkið hjá Fólkaflokkinum er ikki galdandi fyri nakran lim hjá okkum, ið hevur arbeitt fulla tíð, og goldið 15% í eftirløn í 30 ár, ið er vanliga longdin roknað verur við.

Lýsingin hjá Fakfelagssamstarvinum er á ongan hátt partapolitisk. Vit vilja lýsa veruleikan, soleiðis sum hann er hjá okkara limum. Vit gera hetta í teirri vón, at støðan verður broytt eftir komandi løgtingsval – óansæð hvør samgonga kemur til valdið.