Tølini ikki røtt hjá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin hevur í lýsingum víst
aftur, at ein, ið tjenar 25.000 kr. um mánaðin, fer at hava 1.000 kr. minni um
mánaðin í pensjón, nú pensjónin verur skattað við
40%. Men tølini hjá Fakfelagssamstarvinum
eru r
øtt.



Borið hevur verið fram, at
roknistykkið ikki tekur h
ædd fyri fólkapensjónini. Men roknistykkið hjá Fakfelagssamstarvinum
tekur h
ædd fyri fólkapensjónini
og øllum øðrum gjøldum. Umframt fyri,
at lógarkravda pensjónsgjaldið er 15%, soleiðis
sum lógin leggur upp til og soleiðis, sum st
ørsti partur
av limunum í Fakfelagssamstarvinum rinda í l
øtuni.



Fólkaflokkurin hevur sett eitt nýtt
roknistykki upp, ið tó ikki byggir á veruligu støðuna hjá okkara limum. Í roknistykkinum
hjá Fólkaflokkinum hevur persó
nurin einans spart upp til eitt útgjald á 50.000 kr. um árið. Henda
upph
ædd tykist
vald, fyri at fáa roknistykkið
at passa. Men upphæddin er alt ov lág. Um tú rindar 15% til pensjón í 30 ár og tjenar 25.000 um mánaðin,
hevur tú eitt útgjald eftir skatt á umleið 122.000 kr um árið. 



Roknistykkið hjá Fólkaflokkinum er
ikki galdandi fyri nakran lim hjá okkum, ið hevur arbeitt fulla tíð, og goldið 15%
í eftirl
øn í 30 ár, ið
er vanliga longdin roknað verur við.



Lýsingin hjá Fakfelagssamstarvinum
er á ongan há
tt partapolitisk. Vit vilja lýsa veruleikan, soleiðis sum hann er hjá okkara limum. Vit gera
hetta í teirri vó
n, at støðan verður
broytt eftir komandi l
øgtingsval – óansæð hvør samgonga kemur til valdið.