Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjasta kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Krabbameinsfelagið um solarium nýtslu er frá september í ár. Gallup hevur kannað solariumnýtsluna hjá føroyingum í 2007, 2010, 2011 og aftur í 2013. Kanningarnar vísa, at í tíðarskeiðinum 2007 – 2013 er talið av teimum, sum siga seg taka solariumsól minka úr 18% niður í 10%.

Tey yngstu taka alsamt mest sól

Kanningin vísir, at tað framvegis eru tey ungu, sum taka mest sól, og er talið framvegis sera høgt. Sambært Gallup kanningini frá 2013 søgdu 24% av ungum í aldrinum 15 – 24 ár, at tey tóku sól.

Kanningarnar vísa, at tess eldri fólk eru, tess færri siga seg at taka solariumsól.

Talið av kvinnum og monnum, sum siga seg taka solariuml er fallið í tíðarskeiðinum 2007 – 2013. Í 2007 søgdu 27% av kvinnunum, at tær tóku solarium, og í 2013 var talið fallið til 14%. Í 2007 søgdu 11% av monnunum, at teir tóku solarium, og fall hetta til 6% í 2013.

Sambært kanningunum eru tað meira enn tvífalt so nógvar kvinnur enn menn, sum siga seg taka solarium.

Títtleikin minkaður

At fegnast um er at talið á teimum, sum áður hava sagt seg taka solarium 2-5 ferðir um vikuna ella eina ferð um vikuna eru minkað niður í 0. Í 2007 søgdu ávíkavist 7 og 16 % seg taka við hesum títtleika. Í seinastu kanningingi sigur bert 1 % seg taka solarium 14. hvønn dag, meðan restin av teimum, sum taka sól, siga seg gera tað 1 ferð um mánaðin ella 1 ferð um hálvárið. Um tú trýstir á her: http://www.krabbamein.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fS%26oacute%3blkanning+sep+2013.pdf, kanst tú síggja kanningina, sum Gallup hevur gjørt um sólvanar 2013.

Ein solariumvitjan um mánaðin økir vandan

Vit vita, at húðin hjá børnum og ungum er serliga viðkvom fyri uv-strálum, sum eru í solarium og sól. Greining hjá IARC ( Altjóða granskingardepil fyri krabbamein) hevur ta niðurstøðu, at nýtsla av solarium áðrenn 35 ára aldur økir vandan fyri móðurmerkjakrabba við 75 %.

Fagnar 18 ára aldursmarki

Krabbameinsfelagið mælir frá at nýta solarium, og fegnast tí í fyrra lagi um, at solariumnýtsan sum heild ikki tykist vera vaksandi. Í øðrum lagi fegnast felagið um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur fram lógaruppskot um 18 ára aldursmark fyri at nýta solarium.