Kanningin vísir, at tað framvegis eru tey ungu, sum taka mest sól, og er talið framvegis sera høgt. Sambært Gallup kanningini frá 2013 søgdu 24% av ungum í aldrinum 15 – 24 ár, at tey tóku sól.
Kanningarnar vísa, at tess eldri fólk eru, tess færri siga seg at taka solariumsól.
Talið av kvinnum og monnum, sum siga seg taka solariuml er fallið í tíðarskeiðinum 2007 – 2013. Í 2007 søgdu 27% av kvinnunum, at tær tóku solarium, og í 2013 var talið fallið til 14%. Í 2007 søgdu 11% av monnunum, at teir tóku solarium, og fall hetta til 6% í 2013.
Sambært kanningunum eru tað meira enn tvífalt so nógvar kvinnur enn menn, sum siga seg taka solarium.
Títtleikin minkaður
At fegnast um er at talið á teimum, sum áður hava sagt seg taka solarium 2-5 ferðir um vikuna ella eina ferð um vikuna eru minkað niður í 0. Í 2007 søgdu ávíkavist 7 og 16 % seg taka við hesum títtleika. Í seinastu kanningingi sigur bert 1 % seg taka solarium 14. hvønn dag, meðan restin av teimum, sum taka sól, siga seg gera tað 1 ferð um mánaðin ella 1 ferð um hálvárið. Um tú trýstir á her: http://www.krabbamein.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fS%26oacute%3blkanning+sep+2013.pdf, kanst tú síggja kanningina, sum Gallup hevur gjørt um sólvanar 2013.
Ein solariumvitjan um mánaðin økir vandan
Vit vita, at húðin hjá børnum og ungum er serliga viðkvom fyri uv-strálum, sum eru í solarium og sól. Greining hjá IARC ( Altjóða granskingardepil fyri krabbamein) hevur ta niðurstøðu, at nýtsla av solarium áðrenn 35 ára aldur økir vandan fyri móðurmerkjakrabba við 75 %.
Fagnar 18 ára aldursmarki
Krabbameinsfelagið mælir frá at nýta solarium, og fegnast tí í fyrra lagi um, at solariumnýtsan sum heild ikki tykist vera vaksandi. Í øðrum lagi fegnast felagið um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur fram lógaruppskot um 18 ára aldursmark fyri at nýta solarium.