Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðulin úr danska ríkiskassanum til valstríð

Oyggjatíðindi hevur valt at leggja øll skjøl fram frá 1994 til 2014, so føroyska veljarafjøldin kann kunnað seg um, at føroyskir flokkar hava fingið ríkisstuðul úr danska ríkiskassanum, og at Tjóðveldi og fullveldisflokkarnir hava fingið sín egna blokk..

Farvæl Sofus: Í valsendingini um Tjóðveldi, legði Høgni Hoydal til brots við at siga, at Tjóðveldi vildi ikki fara í fólkatingið at bidda um danskar pengar, ella innlimast í danskar skipanir. Øll vita nú, at flokkurin fær fíggjarligan stuðul uppá hálva millión úr danska ríkiskassanum, bara fyri at stilla upp til danska parlamentið, sum flokkurin sigur, ikki vil føra til fullveldi.

Tað fáa føroyingar bara í Føroyum, siga tey. Tey, um nakar, hava goyð um fólkaatkvøðuna um loysing. Hon var tikin í Føroyum, men tað bleiv eitt nei úr Danmark! Tjóðveldi byrjaði sendingina við at siga, at tey fara ikki til Danmarkar á biddaragongd. Hetta endaðu tey eisini sendingina við, men eftir stóð, at sendingin var tannleys, og at boðskapurin var eingin annar enn biddaragongdin niður í danska ríkiskassan eftir donskum stuðli til fullveldisflokkin mikla! Og farvæl Tjóðveldi!!

Vit valt at leggja alt skjalatilfar fram, sum skjalprógvar hvat føroyskir flokkar í áravís hava fingið at føra valstríð fyri, tó at onki lógargrundarlag hevur verið fyri at goldið peningin út.


Sí skjølini her.