Oyggjatíðindi hevur valt at leggja øll skjøl fram frá 1994 til 2014, so føroyska veljarafjøldin kann kunnað seg um, at føroyskir flokkar hava fingið ríkisstuðul úr danska ríkiskassanum, og at Tjóðveldi og fullveldisflokkarnir hava fingið sín egna blokk..
Tað fáa føroyingar bara í Føroyum, siga tey. Tey, um nakar, hava goyð um fólkaatkvøðuna um loysing. Hon var tikin í Føroyum, men tað bleiv eitt nei úr Danmark! Tjóðveldi byrjaði sendingina við at siga, at tey fara ikki til Danmarkar á biddaragongd. Hetta endaðu tey eisini sendingina við, men eftir stóð, at sendingin var tannleys, og at boðskapurin var eingin annar enn biddaragongdin niður í danska ríkiskassan eftir donskum stuðli til fullveldisflokkin mikla! Og farvæl Tjóðveldi!!
Vit valt at leggja alt skjalatilfar fram, sum skjalprógvar hvat føroyskir flokkar í áravís hava fingið at føra valstríð fyri, tó at onki lógargrundarlag hevur verið fyri at goldið peningin út.
Sí skjølini her.