Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Heinason hevur verið úti á sínum regluliga túri at leggja streymmátararnar útaftur. Á túrinum blivu tríggjar streymmátara-boyur lagdar út: Tvær í Bankarennuna og ein norðanfyri.

Harafturat vórðu tvær 120 m langar fortoyningar við smáum streymmátarum og fleiri hitamátarum lagdar út nakað norður av Føroyabanka á uml. 1100 m dýpi. Hetta er fyri at kanna hvørja leið tað kalda rákið úr Bankarennuni gongur.

Eisini blivu hita- og saltmátingar gjørdar á hesi somu leiðini eins og eftir standardskurðinum av Bankanum og inn á Landgrunnin.

Hesin túrur er partar av EU-verkætlanini NACLIM, http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111/#NACLIM sum Havstovan er við í.

Túrfrágreiðingin kann lesast her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2016/FRAG1624.pdf