Streymmátarar lagdir út
Magnus Heinason hevur verið úti á sínum regluliga túri at leggja streymmátararnar útaftur. Á túrinum blivu tríggjar streymmátara-boyur lagdar út: Tvær í Bankarennuna og ein norðanfyri.
Harafturat vórðu tvær 120 m langar fortoyningar við smáum streymmátarum og fleiri hitamátarum lagdar út nakað norður av Føroyabanka á uml. 1100 m dýpi. Hetta er fyri at kanna hvørja leið tað kalda rákið úr Bankarennuni gongur.
Eisini blivu hita- og saltmátingar gjørdar á hesi somu leiðini eins og eftir standardskurðinum av Bankanum og inn á Landgrunnin.