Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Strámannaveldið má steðgast

Ísland hevur longu spælt sær valdið í fiskivinnuni av hondum, tí har tekur útlendskur kapitalur alsamt fleiri týðandi avgerðir. Og tað sama er um at henda her heima. Rokningina rindar fiskimaðurin. Tað slær Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, fast í hesi grein.

Seinastu tíðina hevur nógv uppstandilsi verið, tí íslendsku myndugleikarnir noktaðu Nærabergi at koma í íslendska havn, tí hann skuldi fiska grønlendska makrelkvotu, sum ósemja er um millum Strandarlondini øðrumegin og Ísland og Grønland hinumegin.

Kalt er bróðurleyst bak, er helst fyrsti tankin hjá nógvum, og løgmaður leyp á leistum til Reykjavíkar. Heimafturkomin vissaði hann fjøldina um, at hetta fór ikki at henda aftur – tí talan var bert um ein feil, sum var hendur í umsitingini av Hoyvíks-sáttmálnum. Men sami feilur hendi altso eisini í fjør og fer helst at henda aftur, so leingi Ísland og Grønland ikki eru við í nakrari millumlanda makrelavtalu.

 

Steðga strámonnum
Spurningurin er tó, um vit skulu uppfata íslendska havnastongsulin sum eina skemdargerð mótvegis okkum sum bróðurtjóð. Gamaní hava íslendingar havt vánaligt pedagogiskt handalag í hesum máli og hava greitt alt ov illa frá, hví teir gera, sum teir gera. Tí í veruleikanum snýr tað seg um, at íslendsku fiskivinnumyndugleikarnir við átakinum ímóti Nærabergi royna at steðga avreiðingini av uppsjóvartilfeinginum til útlendskar strámenn, í hesum førinum hollendskar strámenn.


Í Íslandi verður tað nevniliga tikið í álvara, at útlendskur kapitalur setur seg støðugt tyngri á valdið í fiskivinnuni, serliga uppsjóvarvinnuni. Har hava teir, eins og vit í Føroyum, nakrar strámenn, sum longu hava bitið seg so fastar í fiskivinnuna, at bilbukt ikki fæst við teir. Nú royna so myndugleikarnir har at binda fyri, so ikki enn meira gleppur teimum av hondum. Millum annað verður hetta gjørt í makrelfiskiskapinum, sum ikki enn er skipaður har yviri.

 

Tjena eina minstuløn
Sum dømi um útlendksa kapitalvaldið í íslendsku fiskivinnuni kunnu vit nevna uppsjóvarskipið Guðmundur. Skipið hevur í nógv ár verið ímillum tey bestu íslendsku uppsjóvarskipini, og manningin hevur tjent væl. Men nú er skipið flaggað til Grønlands fyri at fáa lut í teirra makrelríkidømi og hevur fingið navnið Tasiilaq. Útgerðarmaðurin er íslendskur, kvoturnar og formligi eigaraskapurin eru grønlendsk, og kapitalurin er hollendskur.


Men hvussu er so støðan hjá manningini nú? Jú, hon er farin frá at hava eina tí størstu inntøkuna í íslendsku fiskivinnuni til eina tí vánaligastu. Hvør maður fær 1100 krónur um dagin – á leið tað sama sum føroyska minstalønin – eftir at teir hava goldið alla oljuna, allan pakningin, allan proviantin, arbeiðsklæði og annað.


Soleiðis er støðan í Íslandi. Fakfeløgini har hava ikki havt styrki at staðið ímóti trýstinum.

 

Vandi á ferð í Føroyum
Í Føroyum eru manningarfeløg og sáttmálar betri skipað og sterkari enn í Íslandi, men kortini eru greið tekin um, at gongdin skjótt kann verða hin sama her sum har, um hon ikki verður steðgað nú.


Vit hava havt strámannavirksemi í fleiri ár, og fleiri av reiðaríunum, sum strámenn standa á odda fyri, teljast nú millum størstu aktørarnar í fiskivinnuni og sita á stórum parti av valdinum í Føroya Reiðarafelag.

Hesi hava ein týðandi fingur við í spælinum, tá samráðst verður um sáttmálar, og sterki armur teirra røkkur langt inn í politisku skipanina.


Spakuliga eydnast teimum at avlaga sáttmálarnar. Enn er ryggurin í sáttmálunum á sjónum nøkulunda intaktur, men virðingin fyri teimum er lig null, og teir vera í alsamt størri mun brotnir og manipuleraðir til ókenniligheit. Individuellar avtalur verða gjørdar við manningarnar uttanum feløgini, og soleiðis ber til at spæla øll út ímóti hvørjum øðrum.


Við hesum verður minni eftir at gjalda skatt av í Føroyum, og so manglar í í landskassanum. Hvat er so at gera? Jú, politikararnir leggja tilfeingisgjald á fiskivinnuna, sum síðani sendir stóran part av rokningini víðari til fiskimenninar.


Strámenninir, ið sjálvsagt skuldu goldið sín ríkiliga part av rokningini, sleppa sum er undan, hóast nógv bendir á, at júst teirra leiklutur er orsøk til, at stórur partur av virðisøkingini fer av landinum.

 

Millióna yvirskot
Trý uppsjóvarvirki eru higartil komin burtur úr føroyska uppsjóvarævintýrinum. Eitt er í Kollafirði, har kapitalurin er hollendskur. Eitt er í Fuglafirði. Ein stórur partur av kapitalinum aftanfyri hetta virkið er eisini útlendskur. Og eitt er á Tvøroyri, sum er føroyskt burturav.


Tað eru fyrst og fremst reiðarar í uppsjóvarvinnuni, sum fyrst hava vunnið ørandi upphæddir uppá skipini og teirra framíhjárættindi, ið eiga hesi virkini. Og virkini hava seinastu árini havt millióna yvirskot. 


Tó síggja vit, at virkið í Kollafirði við sínum útlendska kapitali leggur væl minni eftir seg enn til dømis tað á Tvøroyri. Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði tey fyrstu tvey heilu roknskparárini eitt bruttoúrslit á til samans góðar 120 milliónir krónur – allarhelst eindømi í heimshøpi fyri virki av hesum slagi og stødd. Til samanberingar hevði Kollafjord Pelagic í Kollafirði eitt bruttoúrslit á til samans góðar 40 milliónir hesi bæði somu árini.

 

Nú er nóg mikið
Nú er tíð upp á, at fiskimenn standa saman og siga stopp! Vit skulu ikki góðtaka at gjalda tilfeingisgjald sum kompensasjón fyri pengarnar, sum umvegis strámenn hvørva av landinum og úr føroyska samfelagsbúskapinum.


Og nú er tíð upp á, at føroysku myndugleikarnir eins og teir íslendsku siga stopp og ikki longur góðtaka, at útlendski kapitalurin via strámenn sleppir at stýra fiskivinnuni og undirgrava føroyska arbeiðsmarknaðin bæði á sjógvi og á landi.

 

Mortan G. Berjastein
nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag