Strámannaveldið má steðgast

Ísland hevur longu spælt sær
valdið í fiskivinnuni av hondum, tí har tekur útlendskur kapitalur alsamt
fleiri týðandi avgerðir. Og tað sama er um at henda her heima. Rokningina
rindar fiskimaðurin. Tað slær Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag,
fast í hesi grein.

Seinastu
tíðina hevur nógv uppstandilsi verið, tí íslendsku myndugleikarnir noktaðu
Nærabergi at koma í íslendska havn, tí hann skuldi fiska grønlendska
makrelkvotu, sum ósemja er um millum Strandarlondini øðrumegin og Ísland og
Grønland hinumegin.



Kalt er
bróðurleyst bak, er helst fyrsti tankin hjá nógvum, og løgmaður leyp á leistum
til Reykjavíkar. Heimafturkomin vissaði hann fjøldina um, at hetta fór ikki at
henda aftur – tí talan var bert um ein feil, sum var hendur í umsitingini av
Hoyvíks-sáttmálnum. Men sami feilur hendi altso eisini í fjør og fer helst at
henda aftur, so leingi Ísland og Grønland ikki eru við í nakrari millumlanda
makrelavtalu.

 



Steðga strámonnum

Spurningurin er tó, um vit skulu uppfata íslendska havnastongsulin sum eina
skemdargerð mótvegis okkum sum bróðurtjóð. Gamaní hava íslendingar havt
vánaligt pedagogiskt handalag í hesum máli og hava greitt alt ov illa frá, hví
teir gera, sum teir gera. Tí í veruleikanum snýr tað seg um, at íslendsku
fiskivinnumyndugleikarnir við átakinum ímóti Nærabergi royna at steðga
avreiðingini av uppsjóvartilfeinginum til útlendskar strámenn, í hesum førinum
hollendskar strámenn.




Í Íslandi
verður tað nevniliga tikið í álvara, at útlendskur kapitalur setur seg støðugt
tyngri á valdið í fiskivinnuni, serliga uppsjóvarvinnuni. Har hava teir, eins
og vit í Føroyum, nakrar strámenn, sum longu hava bitið seg so fastar í
fiskivinnuna, at bilbukt ikki fæst við teir. Nú royna so myndugleikarnir har at
binda fyri, so ikki enn meira gleppur teimum av hondum. Millum annað verður
hetta gjørt í makrelfiskiskapinum, sum ikki enn er skipaður har yviri.



 



Tjena eina minstuløn

Sum dømi um útlendksa kapitalvaldið í íslendsku fiskivinnuni kunnu vit nevna
uppsjóvarskipið Guðmundur. Skipið hevur í nógv ár verið ímillum tey bestu
íslendsku uppsjóvarskipini, og manningin hevur tjent væl. Men nú er skipið
flaggað til Grønlands fyri at fáa lut í teirra makrelríkidømi og hevur fingið
navnið Tasiilaq. Útgerðarmaðurin er íslendskur, kvoturnar og formligi
eigaraskapurin eru grønlendsk, og kapitalurin er hollendskur.




Men
hvussu er so støðan hjá manningini nú? Jú, hon er farin frá at hava eina tí
størstu inntøkuna í íslendsku fiskivinnuni til eina tí vánaligastu. Hvør maður
fær 1100 krónur um dagin – á leið tað sama sum føroyska minstalønin – eftir at
teir hava goldið alla oljuna, allan pakningin, allan proviantin, arbeiðsklæði
og annað.




Soleiðis
er støðan í Íslandi. Fakfeløgini har hava ikki havt styrki at staðið ímóti
trýstinum.



 



Vandi á ferð í Føroyum

Í Føroyum eru manningarfeløg og sáttmálar betri skipað og sterkari enn í
Íslandi, men kortini eru greið tekin um, at gongdin skjótt kann verða hin sama
her sum har, um hon ikki verður steðgað nú.




Vit hava
havt strámannavirksemi í fleiri ár, og fleiri av reiðaríunum, sum strámenn
standa á odda fyri, teljast nú millum størstu aktørarnar í fiskivinnuni og sita
á stórum parti av valdinum í Føroya Reiðarafelag.



Hesi hava
ein týðandi fingur við í spælinum, tá samráðst verður um sáttmálar, og sterki
armur teirra røkkur langt inn í politisku skipanina.



Spakuliga eydnast teimum at avlaga sáttmálarnar. Enn er ryggurin í sáttmálunum
á sjónum nøkulunda intaktur, men virðingin fyri teimum er lig null, og teir
vera í alsamt størri mun brotnir og manipuleraðir til ókenniligheit.
Individuellar avtalur verða gjørdar við manningarnar uttanum feløgini, og
soleiðis ber til at spæla øll út ímóti hvørjum øðrum.



Við hesum verður minni eftir at gjalda skatt av í Føroyum, og so manglar í í
landskassanum. Hvat er so at gera? Jú, politikararnir leggja tilfeingisgjald á
fiskivinnuna, sum síðani sendir stóran part av rokningini víðari til
fiskimenninar.




Strámenninir,
ið sjálvsagt skuldu goldið sín ríkiliga part av rokningini, sleppa sum er
undan, hóast nógv bendir á, at júst teirra leiklutur er orsøk til, at stórur
partur av virðisøkingini fer av landinum.



 



Millióna yvirskot

Trý uppsjóvarvirki eru higartil komin burtur úr føroyska uppsjóvarævintýrinum.
Eitt er í Kollafirði, har kapitalurin er hollendskur. Eitt er í Fuglafirði. Ein
stórur partur av kapitalinum aftanfyri hetta virkið er eisini útlendskur. Og
eitt er á Tvøroyri, sum er føroyskt burturav.



Tað eru fyrst og fremst reiðarar í uppsjóvarvinnuni, sum fyrst hava vunnið
ørandi upphæddir uppá skipini og teirra framíhjárættindi, ið eiga hesi virkini.
Og virkini hava seinastu árini havt millióna yvirskot. 



Tó síggja vit, at virkið í Kollafirði við sínum útlendska kapitali leggur væl
minni eftir seg enn til dømis tað á Tvøroyri. Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði
tey fyrstu tvey heilu roknskparárini eitt bruttoúrslit á til samans góðar 120
milliónir krónur – allarhelst eindømi í heimshøpi fyri virki av hesum slagi og
stødd. Til samanberingar hevði Kollafjord Pelagic í Kollafirði eitt
bruttoúrslit á til samans góðar 40 milliónir hesi bæði somu árini.



 



Nú er nóg mikið

Nú er tíð upp á, at fiskimenn standa saman og siga stopp! Vit skulu ikki
góðtaka at gjalda tilfeingisgjald sum kompensasjón fyri pengarnar, sum umvegis
strámenn hvørva av landinum og úr føroyska samfelagsbúskapinum.



Og nú er tíð upp á, at føroysku myndugleikarnir eins og teir íslendsku siga
stopp og ikki longur góðtaka, at útlendski kapitalurin via strámenn sleppir at
stýra fiskivinnuni og undirgrava føroyska arbeiðsmarknaðin bæði á sjógvi og á
landi.



 



Mortan G. Berjastein

nevndarlimur
í Føroya Fiskimannafelag