Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skráin fyri ABC vikuna 8.-14. oktober

Her er skráin fyri ymisku átøkini, sum eru í sambandi við ABC vikuna.

Mánadagin 8. oktober

Fyrsti ABC filmur við Róar Terjason Hansen verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo

ABC kapping er frá 8. – 14. oktober á Facebook; ABC fyri sálarliga heilsu og Instagram; Folkaheilsuradid. Vinnarin verður funnin mánadagin 15. oktober.

 

Týsdagin 9. oktober

Næsti ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo.

kl.19.00 “Opið hús á psykiatriska deplinum”. Psykiatriski depilin tjóstartar altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Ymiskir áhugaverdir fyrilestrar eru og drekkamunnur er á seingjadeildini. Meira kunning á facebook síðuni hjá Sinnisbata. 
Stað: Eiragarður 9, Tórshavn. Fyriskipari: Psykiatriski depilin.

 

Mikudagin 10. oktober

Triði ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo.

Kl.13.00-18.00 “Altjóða sálarheilsudagur 2018”. Altjóða sálarheilsudagur verður hildin við áhugaverdum fyrilestrum, básum, tónleiki og handan av sálarheilsuvirðisløn. Hesir ABC samstarvsfelagar luttaka: Sinnisbati, Fólkaheilsuráðið, Almannaverkið og Blái Krossur Føroya. Ein ABC básur verður við ABC virksemi.
Stað: Østrøm, Tórshavn. Fyriskipari: Sinnisbati.

Kl. 14.00-16.00  “Felags foreldrabólkur”. Øll foreldur við børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað besta – vel familjuna” við at vera virkin, hugbundin og saman sum familja. 
Stað: Skálin, Klaksvík. Fyriskipari: Gigni.  

 

Hósdagin 11. oktober

Fjórði ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo 

Kl.11.00-13.00  “Felags foreldrabólkur”. Øll foreldur við børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað besta – vel familjuna” við at vera virkin, hugbundin og saman sum familja. 
Stað: Veistluhøllin á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn. Fyriskipari: Gigni.

Kl.15.00-17.00 “Verkstova á Reinsarínum”. Bergunn Kass setur verkstovuna, Fólkaheilsuráðið hevur framløgu um ABC fyri sálarliga heilsu og Heilsu- og umsorganartænastan hevur framløgu um at vera sjálvboðin. Reyði Krossur luttekur eisini. Evnið er “Hvussu kunnu fólk síggja seg sum sjálvboðin innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu”. Fólk eru vælkomin við hugskotum til, hvussu ein kann vera sjálvboðin innan eldraøkið. 
Stað: Reinsaríið, Tórshavn. Fyriskipari: Tórshavnar kommuna.

 

Kl.15.00 “Hugnaløta” Greitt verður frá ABC fyri sálarliga heilsu. Eisini verður drekkamuður og høvi til eitt gott prát. 
Stað: Dagtilhaldið Blákollan á Hornavegi á Oyri. Fyriskipari: Sunda kommuna.

 

Fríggjadagin 12. oktober

Fimti ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo

Leygardagin 13. oktober

Kl.11.00 “Gakk ella renn fyri heilsuna” Fari verður frá býráðshúsinum. Fólk ganga ella renna í 15 min. og venda so við aftur. Klaksvíkar kommunan bjóðar fríska frukt omaná.
Stað:  Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu. Fyriskipari: Treysti og Klaksvíkar kommuna.

 

Innanhýsis tiltøk

Gjøgnum ABC vikuna verða eisini ymisk innanhýsis tiltøk, sum leggja dent á evnið sálarliga heilsa – hesi eru ikki almenn, men kunnu geva íblástur til onnur eisini at taka evnið upp. ABC samstarvsfelagarnir Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Sunda kommuna arbeiða við evninum á t.d. skúlum, dagstovnum og innan eldraøki. ÍSF skipar eisini fyri innanhýsis tiltaki á ellisheimi, og Blái Krossur Føroya varpar ljós á týdningin av sjálvbodna arbeiðinum í klædnabúðunum. 

Skráin fyri ABC vikuna..pdf  



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=nndKEReOBBY]