Her er skráin fyri ymisku átøkini, sum eru í sambandi við ABC vikuna.
Mánadagin 8.
oktober
Fyrsti
ABC filmur við Róar Terjason Hansen verður almannakunngjørdur á sosialu
miðlunum og www.folkaheilsa.fo
ABC
kapping er frá 8. – 14. oktober á Facebook; ABC fyri sálarliga heilsu og
Instagram; Folkaheilsuradid. Vinnarin verður funnin mánadagin 15. oktober.
Týsdagin 9. oktober
Næsti
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo.
kl.19.00 “Opið hús á
psykiatriska deplinum”. Psykiatriski depilin tjóstartar altjóða sálarheilsudagin
10. oktober. Ymiskir áhugaverdir fyrilestrar eru og drekkamunnur er á
seingjadeildini. Meira kunning á facebook síðuni hjá Sinnisbata.
Stað: Eiragarður 9, Tórshavn. Fyriskipari: Psykiatriski depilin.
Mikudagin 10. oktober
Triði
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo.
Kl.13.00-18.00
“Altjóða sálarheilsudagur 2018”. Altjóða sálarheilsudagur verður hildin við áhugaverdum
fyrilestrum, básum, tónleiki og handan av sálarheilsuvirðisløn. Hesir ABC
samstarvsfelagar luttaka: Sinnisbati, Fólkaheilsuráðið, Almannaverkið og Blái
Krossur Føroya. Ein ABC básur verður við ABC virksemi.
Stað: Østrøm, Tórshavn. Fyriskipari: Sinnisbati.
Kl.
14.00-16.00 “Felags foreldrabólkur”. Øll foreldur við
børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað
besta – vel familjuna” við at vera virkin, hugbundin og saman sum
familja.
Stað: Skálin, Klaksvík. Fyriskipari: Gigni.
Hósdagin 11. oktober
Fjórði
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo
Kl.11.00-13.00 “Felags
foreldrabólkur”. Øll foreldur við børnum undir 1 ár eru vælkomin til felags
foreldrabólk. Evnini eru: “Vel tað besta – vel familjuna” við at vera virkin,
hugbundin og saman sum familja.
Stað: Veistluhøllin á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn. Fyriskipari: Gigni.
Kl.15.00-17.00
“Verkstova á Reinsarínum”. Bergunn Kass setur verkstovuna, Fólkaheilsuráðið hevur framløgu
um ABC fyri sálarliga heilsu og Heilsu- og umsorganartænastan hevur framløgu um
at vera sjálvboðin. Reyði Krossur luttekur eisini. Evnið er “Hvussu kunnu fólk
síggja seg sum sjálvboðin innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu”. Fólk eru
vælkomin við hugskotum til, hvussu ein kann vera sjálvboðin innan
eldraøkið.
Stað: Reinsaríið, Tórshavn. Fyriskipari: Tórshavnar kommuna.
Kl.15.00
“Hugnaløta” Greitt verður frá ABC fyri sálarliga heilsu. Eisini verður
drekkamuður og høvi til eitt gott prát.
Stað: Dagtilhaldið Blákollan á Hornavegi á Oyri. Fyriskipari: Sunda kommuna.
Fríggjadagin 12. oktober
Fimti
ABC filmur verður almannakunngjørdur á sosialu miðlunum og www.folkaheilsa.fo
Leygardagin 13. oktober
Kl.11.00
“Gakk ella renn fyri heilsuna” Fari verður frá býráðshúsinum. Fólk ganga ella renna í 15
min. og venda so við aftur. Klaksvíkar kommunan bjóðar fríska frukt omaná.
Stað: Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu. Fyriskipari: Treysti og Klaksvíkar
kommuna.
Innanhýsis tiltøk
Gjøgnum
ABC vikuna verða eisini ymisk innanhýsis tiltøk, sum leggja dent á evnið
sálarliga heilsa – hesi eru ikki almenn, men kunnu geva íblástur til onnur
eisini at taka evnið upp. ABC samstarvsfelagarnir Tórshavnar-, Klaksvíkar- og
Sunda kommuna arbeiða við evninum á t.d. skúlum, dagstovnum og innan eldraøki.
ÍSF skipar eisini fyri innanhýsis tiltaki á ellisheimi, og Blái Krossur Føroya
varpar ljós á týdningin av sjálvbodna arbeiðinum í klædnabúðunum.