Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skipið sum flestar klagur eru um, var ongantíð inni á fjørðinum meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar

Bert fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vóru tikin niður, stevndi sama umtalaða skip aftur inn á fjørðin, stendur m.a. í opnum skrivi við fyrispurningum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og Heilsu- og Innlendismálaráðið...

Opið skriv við fyrispurningum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu og Heilsu- og Innlendismálaráðið í samband við ljóðkanningina hjá Umhvørvisstovuni av óljóði í Kollafirði í 2018

Umhvørvisstovan, Tórshavnar Kommuna, Tórshavnar Havn og PP Faroe Pelagic hava biðið Steingrund Akustik gjørt ljóðkanning í Kollafirði. Kanningin skuldi gerast fyri at kanna ljóðdálkingina á økinum. Kanningin er dagfest 8. januar 2019.

Viðmerkingar til kanningina:

Kanningin er sett í verk, eftir at borgarar á Signabø og Oyrareingjum staðiliga hava heitt á avvarðandi myndugleikar um at basa ótolandi ljóðdálkingini og rystingunum, sum íbúgvar á staðnum í fleiri ár hava klagað um. Árið 2017 var eitt serstakliga ringt ár við ótolandi larmi og rystingum frá skipum, sum hevur havt álvarsamar avleiðingar fyri borgarar á staðnum. Tískil fór ein staðbundin arbeiðsbólkur at arbeiða miðvíst við málinum.

Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina umfatandi frágreiðing um ótolandi støðuna hjá borgarunum á staðnum. Frágreiðingin bleiv skrivað og send avvarðandi myndugleikunum í september 2017. Staðbundni arbeiðsbólkurin hevur brúkt nógva tíð upp á fundir og teldupostsamskifti við avvarðandi myndugleikar, politikarar og onnur viðkomandi, fyri at biðja um frið í egnum heimi, tí borgarir eru niðurundirkomnir av støðuni.

Myndugleikarnir komu síðani til ta niðurstøðu, at ein umfatandi ljóðkanning skuldi gerast fyri, at myndugleikarnir kundu gera niðurstøður og arbeiða víðari við málinum. Áðrenn hesa ljóðkanning kundi tískil einki gerast.

Arbeiðsbólkurin gjørdi bæði á fundum og í skrivum vart við fleiri viðurskiftir, sum ljóðkanningin skuldi taka hædd fyri. M.a. staðseting av ljóðmátingatólunum, hvørjum dB mátast skuldi í (m.a. dBA, dBC, dBZ) fyri at lýsa ljóðtrýstið og rystingarnar klagað verður um. Mest umráðandi var, at ljóðmátingar sjálvsagt skuldu gerast tá skip, sum klagað hevur verið um, lógu inni.

Eisini fýltist arbeiðsbólkurin staðiliga á og setti spurnartekin við framferðarháttin hjá myndugleikunum. Arbeiðsbólkurin fýltist á, at myndugleikin, fyri okkum at síggja, kannaði seg sjálvan (Tórshavnar Kommuna og Havn). Ikki minst fýltist arbeiðsbólkurin á, at PP Faroe Pelagic (vinnan), sum hevur áhuga í, at kanningin kemur vinnuni til góðar, var samstarvsfelagi í fyrireikingar- og kanningararbeiðinum. Arbeiðsbólkurin vísti á, at hetta kundi koma at ávirka úrslitið av kanningini.

Henda umfatandi ljóðkanning, skuldi paradoksalt gerast, hóast staðbundni arbeiðsbólkurin vísti á, at borgari á Signabø hevði gjørt stakmátingar av larmi frá skipum og skjalfest tær síðan 2006. Hesar ljóðkanningar eru gjørdar við ljóðmátingartóli til endamálið og eftir forskriftunum. Hesa ljóðkanning hava myndugleikarnir fingið saman við frágreiðingini frá staðbundna arbeiðsbólkinum.

Borgarin hevur eisini gjørt stakmátingar í tíðarskeiðinum, sum umtalaða kanningin hjá Steingrund Akustik er gjørd. Ein mátistøð hjá Steingrund Akustik var á sama stað, sum borgarin hevur mátað øll árini. Kanningarnar sum borgarin hevur gjørt hava víst seg at endurspegla úrslitini, og hava víst seg at vera tætt uppá tær mátingar, ið Steingrund Akustik hevur mátað sama tíðarskeið. Harvið er sannlíkt, at mátingarnar seinastu 13 árini, ið borgarin hevur gjørt eru eftirfarandi.

Pál Weihe, yvirlækni, hevur lisið frágreiðingina, ljóðmátingarnar og umfatandi skjalprógvan hjá staðbundna arbeiðsbólkinum. Harafturat hevur hann, saman við landslæknanum verið á Signabø, tá skip hava ligið við bryggju, ið geva ótolandi larm og rystingar. Pál Weihe, yvirlækni, og Landslæknin sendu á várið 2018 skriv til HIMR, har niðurstøðan var fylgjandi: ”Vores konklusion er herefter at beboerne i Signabø udsættes for en urimelig og potentiel helbredsbelastende støjbelastning fra det eksterne miljø, men at denne kan afhjælpes ved at skibe, som ligger ved kaj forsynes med energi, som ikke produceres af skibets egne motorer.”

Langtíðar ljóðkanningartólini hjá Steingrund Akustikk mátaðu í tíðarskeiðinum 2. august – 2.oktober 2018. Hetta tíðarskeiði gjørdust borgarar á Signabø, Oyrarreingjum og Kollafirði varug við at:

·         óvanliga lítil skipaferðsla var á fjørðinum

·         friðalig skip lógu inni

·         skip sløktu óvanliga skjótt høvuðsmotorin til og frá bryggju

·         ongar klagur um larm vóru sendar ella móttiknar

·         eisini lógu skip við landstreymi, sum ongantíð áður hava nýtt hesa tænastu

Tað mest undrunarsama hetta tíðarskeiðið er, at tað skipið sum flestar klagur eru sendar um, var ikki inni á fjørðinum eina einastu ferð meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar. Hóast undanfarnu ár og mánaðar hevur hetta skip ligið inni í longri tíðarskeið umleið triðu hvørja viku. Og bert fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vóru tikin niður, stevndi sama umtalaða skip aftur inn á fjørðin. Hetta frávik verður enntá nevnt í kanningini (á blaðsíðu 28) hjá Steingrund Akustik, men verður ikki nevnt við einum orði í samandráttinum hjá Umhvørvisstovuni. 

Alt hetta er gjørt vart við, skrivliga, áðrenn kanningin bleiv almannakunngjørd.


Skipið sum flestar klagur eru um, var ongantíð inni á fjørðinum meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar

 

Pelagic er partur av ljóðverkætlanin.pdf

Áheitanarskriv frá Pál Weihe og Lars Møller til HIMR.pdf

Fyrispurningur til HIMR og Landstýriskvinnuna Sirið Stenbe