Skipið sum flestar klagur eru um, var ongantíð inni á fjørðinum meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar

Bert fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vóru tikin niður, stevndi sama umtalaða skip aftur inn á fjørðin, stendur m.a. í opnum skrivi við fyrispurningum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og Heilsu- og Innlendismálaráðið...

Opið skriv við
fyrispurningum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu og Heilsu- og
Innlendismálaráðið í samband við ljóðkanningina hjá
Umhvørvisstovuni av óljóði í Kollafirði í 2018



Umhvørvisstovan,
Tórshavnar Kommuna, Tórshavnar Havn og PP Faroe Pelagic hava biðið Steingrund
Akustik gjørt ljóðkanning í Kollafirði. Kanningin skuldi gerast fyri at kanna
ljóðdálkingina á økinum. Kanningin er dagfest 8. januar 2019.



Viðmerkingar
til kanningina:



Kanningin er sett í verk, eftir at borgarar á Signabø og Oyrareingjum
staðiliga hava heitt á avvarðandi myndugleikar um at basa ótolandi
ljóðdálkingini og rystingunum, sum íbúgvar á staðnum í fleiri ár hava klagað um.
Árið 2017 var eitt serstakliga ringt ár við ótolandi larmi og rystingum frá
skipum, sum hevur havt álvarsamar avleiðingar fyri borgarar á staðnum. Tískil
fór ein staðbundin arbeiðsbólkur at arbeiða miðvíst við málinum.



Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina umfatandi frágreiðing um
ótolandi støðuna hjá borgarunum á staðnum. Frágreiðingin bleiv skrivað og send
avvarðandi myndugleikunum í september 2017. Staðbundni arbeiðsbólkurin hevur
brúkt nógva tíð upp á fundir og teldupostsamskifti við avvarðandi myndugleikar,
politikarar og onnur viðkomandi, fyri at biðja um frið í egnum heimi, tí borgarir eru niðurundirkomnir av støðuni.



Myndugleikarnir komu síðani til ta niðurstøðu, at ein umfatandi
ljóðkanning skuldi gerast fyri, at myndugleikarnir kundu gera niðurstøður og
arbeiða víðari við málinum. Áðrenn hesa ljóðkanning kundi tískil einki gerast.



Arbeiðsbólkurin gjørdi bæði á fundum og í skrivum vart við
fleiri viðurskiftir, sum ljóðkanningin skuldi taka hædd fyri. M.a. staðseting
av ljóðmátingatólunum, hvørjum dB mátast skuldi í (m.a. dBA, dBC, dBZ) fyri at lýsa ljóðtrýstið og rystingarnar klagað
verður um. Mest umráðandi var, at ljóðmátingar sjálvsagt skuldu gerast tá skip, sum klagað hevur verið um, lógu inni.



Eisini fýltist arbeiðsbólkurin staðiliga á og setti
spurnartekin við framferðarháttin hjá myndugleikunum. Arbeiðsbólkurin fýltist
á, at myndugleikin, fyri okkum at síggja, kannaði seg sjálvan (Tórshavnar Kommuna og Havn). Ikki minst
fýltist arbeiðsbólkurin á, at PP Faroe Pelagic (vinnan), sum hevur áhuga í, at kanningin kemur vinnuni til góðar,
var samstarvsfelagi í fyrireikingar- og kanningararbeiðinum. Arbeiðsbólkurin
vísti á, at hetta kundi koma at ávirka
úrslitið av kanningini.



Henda umfatandi
ljóðkanning, skuldi paradoksalt gerast, hóast staðbundni arbeiðsbólkurin vísti
á, at borgari á Signabø hevði gjørt stakmátingar av larmi frá skipum og skjalfest
tær síðan 2006. Hesar ljóðkanningar eru gjørdar við ljóðmátingartóli til
endamálið og eftir forskriftunum.
Hesa ljóðkanning hava myndugleikarnir fingið saman við
frágreiðingini frá staðbundna arbeiðsbólkinum.



Borgarin hevur eisini
gjørt stakmátingar í tíðarskeiðinum, sum umtalaða kanningin hjá Steingrund
Akustik er gjørd. Ein mátistøð hjá Steingrund Akustik var á sama stað, sum borgarin
hevur mátað øll árini. Kanningarnar sum borgarin hevur gjørt hava víst seg at
endurspegla úrslitini, og hava víst seg at vera tætt uppá tær mátingar, ið Steingrund
Akustik hevur mátað sama tíðarskeið. Harvið er sannlíkt, at mátingarnar seinastu
13 árini, ið borgarin hevur gjørt eru
eftirfarandi.



Pál Weihe,
yvirlækni, hevur lisið frágreiðingina, ljóðmátingarnar og umfatandi
skjalprógvan hjá staðbundna arbeiðsbólkinum. Harafturat hevur hann, saman við
landslæknanum verið á Signabø, tá skip hava ligið við bryggju, ið geva ótolandi
larm og rystingar. Pál Weihe, yvirlækni, og Landslæknin sendu á várið 2018
skriv til HIMR, har niðurstøðan var fylgjandi: ”
Vores
konklusion er herefter at beboerne i Signabø udsættes for en urimelig og potentiel
helbredsbelastende støjbelastning fra det eksterne miljø, men at denne kan
afhjælpes ved at skibe, som ligger ved kaj forsynes med energi, som ikke
produceres af skibets egne motorer.”



Langtíðar ljóðkanningartólini hjá Steingrund Akustikk
mátaðu í tíðarskeiðinum
2. august –
2.oktober
2018. Hetta tíðarskeiði gjørdust borgarar á Signabø,
Oyrarreingjum og Kollafirði varug við at:



·        
óvanliga lítil skipaferðsla var á fjørðinum



·        
friðalig skip lógu inni



·        
skip sløktu óvanliga skjótt høvuðsmotorin til og frá bryggju



·        
ongar klagur um larm vóru sendar ella móttiknar



·        
eisini lógu skip við landstreymi,
sum ongantíð áður hava nýtt hesa tænastu



Tað mest undrunarsama
hetta tíðarskeiðið er
, at tað skipið sum flestar klagur eru sendar um, var ikki
inni á fjørðinum eina einastu ferð meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar. Hóast
undanfarnu ár og mánaðar hevur hetta skip ligið inni í longri tíðarskeið umleið
triðu hvørja viku. Og bert fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vóru tikin niður, stevndi sama umtalaða skip
aftur inn á fjørðin. Hetta frávik verður enntá nevnt í kanningini (á blaðsíðu 28) hjá Steingrund Akustik,
men verður ikki nevnt við einum orði
í samandráttinum hjá Umhvørvisstovuni. 

Alt hetta er gjørt
vart við, skrivliga, áðrenn kanningin bleiv almannakunngjørd.




Skipið sum flestar klagur eru um, var ongantíð inni á fjørðinum meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar