Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skilagott at lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku

Dan Klein --- 06.12.2017 - 09:56

Lækkið skattatrýstið á arbeiðsinntøku, og fíggið hetta við at breiðka skattagrundarlagið. Hetta er eitt av tilmælunum, sum óhefta skattanevndin legði fram í dag.

Høvuðsboðskapurin hjá nevndini er, at føroyska skattaskipanin virkar væl á flestu økjum.  Hvørki markskatturin (marginal) ella miðalskatturin eru serliga høgir í Føroyum, sammett við onnur framkomin lond.  

Heitið á frágreiðingini er: Lættari, rættari og grønari – uppskot til broytingar í skattaskipanini. Frágreiðingin kann heintast her:

Framløgan kann heintast her:

Fyrst í komandi ári fer frágreiðingin frá skattanevndini til víðari politiska viðgerð, har landsstýrið og samgongan fara at meta um, hvørji tilmæli í frágreiðingini politisk undirtøka er fyri at arbeiða víðari við og seta í verk.

Landsstýrið og samgongan hava annars higartil í samgonguskeiðnum framt eina røð av skattapolitiskum átøkum.  Millum hesi kunnu nevnast:

Skattalætti til lág- og miðallønt fyri samanlagdar 137 mió. kr.

Hækkað barnafrádráttin úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir skúlaaldur árliga.
Umlagt vektgjald á akførum til grønt veg- og umhvørvisgjald, har akfør rinda í mun til útlát. El- og vetnisbilar rinda nú als onki vektgjald.

Tíðaravmarkað MVG-afturbering til el- og vetnisakfør, umframt til grønar hitaskipanir.
Broytt tøkugjald í alivinnuni.

Skattapolitisk lógaruppskot, sum í løtuni eru til hoyringar ella løgd fyri Løgtingið eru hesi:

Leiguinntøka við langtíðarútleigan verður gjørd munandi meira skattafrí (50.000 skattafrítt og bert 25% skattur av restini av árligu leiguinntøkuni).

Tillagað tilfeingisgjald til veiðugjald í fiskivinnuni.

Broyta 40% skattin á pensjón til eina stigvaksandi skattaskipan, har pensjónsskatturin verður stigvaksandi úr 30% og upp í 40% í mun til inntøk

Seinast Føroyar hevði eina skattanevnd var í 1973.  Hon var mannað við Jóannes Thomsen, Carl Wilhelm Weihe, Paula Ellefsen, Árna Olafsson, Árna K. Olsen og Eyðun á Rógvi. Álitið frá 1974 kann heintast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10339/frágreiðing-frá-skattanevnd-
landsstýrissins.pdf