Skilagott at lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku
Lækkið skattatrýstið á arbeiðsinntøku, og fíggið hetta við at breiðka skattagrundarlagið. Hetta er eitt av tilmælunum, sum óhefta skattanevndin legði fram í dag.
Høvuðsboðskapurin hjá nevndini er, at føroyska skattaskipanin virkar væl á flestu økjum. Hvørki markskatturin (marginal) ella miðalskatturin eru serliga høgir í Føroyum, sammett við onnur framkomin lond.
Heitið á frágreiðingini er: Lættari, rættari og grønari – uppskot til broytingar í skattaskipanini. Frágreiðingin kann heintast her:
Framløgan kann heintast her:
Fyrst í komandi ári fer frágreiðingin frá skattanevndini til víðari politiska viðgerð, har landsstýrið og samgongan fara at meta um, hvørji tilmæli í frágreiðingini politisk undirtøka er fyri at arbeiða víðari við og seta í verk.
Landsstýrið og samgongan hava annars higartil í samgonguskeiðnum framt eina røð av skattapolitiskum átøkum. Millum hesi kunnu nevnast:
Skattalætti til lág- og miðallønt fyri samanlagdar 137 mió. kr.
Hækkað barnafrádráttin úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir skúlaaldur árliga.
Umlagt vektgjald á akførum til grønt veg- og umhvørvisgjald, har akfør rinda í mun til útlát. El- og vetnisbilar rinda nú als onki vektgjald.
Tíðaravmarkað MVG-afturbering til el- og vetnisakfør, umframt til grønar hitaskipanir.
Broytt tøkugjald í alivinnuni.
Skattapolitisk lógaruppskot, sum í løtuni eru til hoyringar ella løgd fyri Løgtingið eru hesi:
Leiguinntøka við langtíðarútleigan verður gjørd munandi meira skattafrí (50.000 skattafrítt og bert 25% skattur av restini av árligu leiguinntøkuni).
Tillagað tilfeingisgjald til veiðugjald í fiskivinnuni.
Broyta 40% skattin á pensjón til eina stigvaksandi skattaskipan, har pensjónsskatturin verður stigvaksandi úr 30% og upp í 40% í mun til inntøk