
Skattaviðurskifti, Prix Føroyar biografur og loppumarknaður
Soleiðis gevur ein tónleikari sína inntøku upp, og hetta og hatta kann dragast frá í skatti. Hetta verður nakað av tí, ið Hermund Jacobsen, skrásettur grannskoðari hjá Menta fer at greiða frá, tá hann á Punkt tiltakinum leygardagin heldur fyrilestur fyri tónleikarum í Reinsarínum. Hermund er partur av eini spennandi skrá, ið nú er tøk, har savnsgull, Prix Føroyar biografur, KODA skráseting, framførslur við frálíkum tónleikarum eisini eru á skránni.
Fyrilesturin hjá Hermunid hevur heitið skatting av tónleikarum og verður kl. 13:30 leygardagin 24. oktober.
Hermund Jacobsen er grandskoðari og tónleikari, og kennur tí til tey ivamál, ið tónleikarar hava um skattaviðurskifti.
Á loftinum á Reinsarínum verður allan seinnapartin Prix Føroyar biografur, har vit sleppa at enduruppliva nakrar av fantastisku undansendingunum frá Prix Føroyar tíðini.
Mass Hoydal, oddamaður fyri Savnsgull verkætlanina hjá KVF kemur at greiða frá, um tónleikin í gjøgnum tíðirnar í KVF.
Loppumarknaður við ljóðførum, LP’um og tónleikaútstýri er allan dagin, og eisini verða framsýningar av trummum, gittarum, rocknroll minnum og mangum øðrum í Perluni og Reinsarínum.
Kl. 22 byrjar veitsla fyri føroyskar tónleikarar í Reinsarínum, enn eru nøkur pláss eftir bæði at selja og vísa fram og til veitsluna.
KODA stuðlar tiltakinum, ið er ókeypis at luttaka á.
Skrá
13.00 PUNKT letur hurðarnar upp, Prix Føroyar biografur, framsýningar og loppumarknaður.
13.30 Fyrilestur: Skatting av tónleikarum - Hermund Jacobsen, skrásettur grannskoðari hjá Menta
14.00 Live framførsla: Holgar
15.00 Framløga: Savnsgull
16.00 Live framførsla: Hans Andrias Jacobsen
17.00 Live framførsla: Lea Kampmann
18.00 PUNKT letur hurðarnar aftur
22.00 PUNKT Veitslan
Tilmelding til loppumarknaðin er her: http://www.reinsariid.fo/punkt-loppumarknadurframsyning/
Tilmelding til veitsluna er her: http://www.reinsariid.fo/punkt-veitslu-tilmelding/