Skattaviðurskifti, Prix Føroyar biografur og loppumarknaður

Soleiðis gevur ein tónleikari sína
inntøku upp, og hetta og hatta kann dragast frá
í skatti. Hetta verður
nakað av tí, ið
Hermund Jacobsen, skrásettur
grannskoðari hjá Menta fer at greiða
frá, tá hann á
Punkt tiltakinum leygardagin heldur fyrilestur fyri tónleikarum
í Reinsarínum. Hermund er
partur av eini spennandi skrá, ið
er tøk, har savnsgull,
Prix Føroyar biografur, KODA skráseting, framførslur
við frálíkum
tónleikarum eisini eru á
skránni.

Fyrilesturin hjá Hermunid hevur heitið
skatting av tónleikarum og verður
kl. 13:30 leygardagin 24. oktober.

Hermund Jacobsen er grandskoðari og tónleikari,
og kennur tí til tey ivamál, ið
tónleikarar hava um skattaviðurskifti.



Á loftinum á
Reinsarínum verður allan seinnapartin Prix Føroyar
biografur, har vit sleppa at enduruppliva nakrar av fantastisku
undansendingunum frá Prix Føroyar tíðini.



Mass Hoydal, oddamaður fyri Savnsgull verkætlanina
hjá KVF kemur at greiða
frá, um tónleikin í
gjøgnum tíðirnar í
KVF.



Loppumarknaður við
ljóðførum, LP’um og tónleikaútstýri
er allan dagin, og eisini verða framsýningar av trummum,
gittarum, rocknroll minnum og mangum øðrum í
Perluni og Reinsarínum. 



Kl. 22 byrjar veitsla fyri føroyskar tónleikarar
í Reinsarínum, enn eru nøkur
pláss eftir bæði at selja og vísa
fram og til veitsluna.



KODA stuðlar tiltakinum, ið
er ókeypis at luttaka á.



Skrá



13.00    PUNKT letur hurðarnar
upp, Prix Føroyar biografur,
framsýningar og loppumarknaður.



13.30    Fyrilestur: Skatting
av tónleikarum - Hermund Jacobsen, skrásettur grannskoðari
hjá Menta

14.00    Live framførsla: Holgar

15.00    Framløga: Savnsgull 



16.00    Live framførsla: Hans Andrias Jacobsen 



17.00    Live framførsla: Lea Kampmann 



18.00    PUNKT letur hurðarnar
aftur 



22.00    PUNKT Veitslan 



Tilmelding til loppumarknaðin er her: http://www.reinsariid.fo/punkt-loppumarknadurframsyning/



Tilmelding til veitsluna er her: http://www.reinsariid.fo/punkt-veitslu-tilmelding/