
Á myndini eru frá vinstru: Andrea Heindriksdóttir, stýrislimur, Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, Sif Gunnarsdóttir, komandi stjóri í Norðurlandahúsinum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri
Sif Gunnarsdóttir vitjar í Ráðhúsinum
Fyrrapartin var nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, og vitjaði í Ráðhúsinum, har borgarstjórin, kommunustjórin, miðfyrisitingarstjórin, formaðurin í mentamálanevndini og mentamálaleiðarin tóku ímóti. Saman við Sif Gunnarsdóttir var Andrea Heindriksdóttir, sum er umboð Føroya í stýrinum fyri Norðurlandahúsið.
Sif Gunnarsdóttir, sum er úr Íslandi, tekur við starvinum í Norðurlandahúsinum 15. januar 2013.