Sif Gunnarsdóttir vitjar í Ráðhúsinum

Fyrrapartin var nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, og vitjaði í Ráðhúsinum, har borgarstjórin, kommunustjórin, miðfyrisitingarstjórin, formaðurin í mentamálanevndini og mentamálaleiðarin tóku ímóti. Saman við Sif Gunnarsdóttir var Andrea Heindriksdóttir, sum er umboð Føroya í stýrinum fyri Norðurlandahúsið.


Sif Gunnarsdóttir, sum er úr Íslandi, tekur við starvinum í Norðurlandahúsinum 15. januar 2013.