Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sera væl eydnað ráðstevna um grøna orku

Dan Klein --- 13.04.2017 - 12:18

Ráðstevnan, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri fríggjadagin 7. apríl var sera væl eydnað og alt gekk sum eftir ánni

Nógv fólk vóru møtt, umleið 100, bæði frá politisku skipanini, vinnuligir aktørar, umboð fyri kommunur, lesandi og onnur áhuga.

Nógv nýggj og spennandi vitan kom fram á ráðstevnuni og luttakararnir fingu eina greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt og tøkniliga á orkuøkinum komandi árini.

Politisku visjónirnar og høgu málini á orkuøkinum fram til 2030 seta stór krøv. Tí verður neyðugt við størri samstarvi millum almennu myndugleikarnar og vinnuna, bæði um nýggja og betri lóggávu til vinnuna at virka undir og um fígging.

Á ráðstevnuni varð víst á fleiri ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk komandi árini, fyri at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á grøna orkuøkinum.

Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: Facebook - Sambandsflokkurin
Framløgur: Facebook - Sambandsflokkurin

Magni Laksáfoss, ábyrgd av ráðstevnuni: Innleiðing til ráðstevnu - Frá olju til vind: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/1Magni Laks%C3%A1foss_ Framl%C3%B8ga til orkur%C3%A1%C3%B0stevnu_ 7. apr%C3%ADl 2017.pdf

Peter Jørgensen, Energinet.dk: Danske erfaringer med integration af vindkraft: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/2Peter J%C3%B8rgensen_ Danske erfaringer_ integration af vindkraft.pdf

Vilhjálmur Nielen, orkuserfrøðingur: Innførsla av vindorku í Føroyum: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/3Vilhj%C3%A1lmur Nielsen_ Fr%C3%A1 olju til vind - Vilhj%C3%A1lmur.pdf

Terji Nielsen, SEV: Grøna kósin: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/4Terji Nielsen_ Gr%C3%B8na k%C3%B3sin - Orkur%C3%A1%C3%B0stevna Sambandsfloksins_ 7. apr%C3%ADl 2017.pdf

Hendrik Egholm og Finn Jacobsen, Magn: Hvussu langt eru vit komin við varandi orku? Og hvørji stig eru neyðug?: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/5Hendrik Egholm og Finn Jacobsen_ Orkur%C3%A1%C3%B0stevna Sambandsflokkurin apr 7.pdf

Jóhan í Niðristovu, Røkt: Goymsla av varandi orku við Pumped-Storeage: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/6J%C3%B3han %C3%AD Ni%C3%B0ristovu_ SWECO 5.pdf

Thormann Kruse, VITorka: APC-skipanin: Laststýring, goymsla og systemtænastur: http://samband.fo/Files/Billeder/2017 Orkur%C3%A1%C3%B0stevna/7Thormann Kruse_ APC skipanin.pdf

Sambandsflokkurin