Sera væl eydnað ráðstevna um grøna orku
Ráðstevnan, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri fríggjadagin 7. apríl var sera væl eydnað og alt gekk sum eftir ánni
Nógv fólk vóru møtt, umleið 100, bæði frá politisku skipanini, vinnuligir aktørar, umboð fyri kommunur, lesandi og onnur áhuga.
Nógv nýggj og spennandi vitan kom fram á ráðstevnuni og luttakararnir fingu eina greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt og tøkniliga á orkuøkinum komandi árini.
Politisku visjónirnar og høgu málini á orkuøkinum fram til 2030 seta stór krøv. Tí verður neyðugt við størri samstarvi millum almennu myndugleikarnar og vinnuna, bæði um nýggja og betri lóggávu til vinnuna at virka undir og um fígging.
Á ráðstevnuni varð víst á fleiri ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk komandi árini, fyri at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á grøna orkuøkinum.
Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: Facebook - Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin