SEKS YRKINGAR EFTIR MATTHEW LANDRUM
Umsett hevur Agnar Artúvertin:
Matthew Landrum er magistari í list (MFA) frá Bennington College. Hann hevur havt yrkingar og týðingar í Southern Humanities Review, Beloit Poetry Journal og the Emerson Review. Hann býr í Ann Arbor, Michigan, har hann undirvísir í skaldskapi.
ACESTA
“Og tey, ið ikki orka teinin at ferðast,
tak tey burturúr og lat tey í hesum landi
byggja ein bý, og hann skal eita Acesta.” - Vergil (Aeneid: V. táttur)
Orka tit ikki longri, byggið so ein bý her.** Tit hava longu ferðast langt, og hetta nesið
er eins gott og onnur pláss. Hugsið um
griðin handan veggirnar, tit skulu byggja: lívini,
børnini fødd, giftarmálini – alt sum skal liva, anda og andast á teim
smáu torgum. Og nú ið talan hevur blást lív
í hesa ætlan, mínir brøðir, hevði tað verið skeivt at rænt henni
vánirnar til at verða, ja enntá eginkært at komið við okkum
á veg mót Hesperia.
LOLA
eftir Federico Garcia Lorca
I. Balkong
Lola syngur saetas
á balkongini. Tarvafiktarar
flokkast at lurta; hárskerin
steðgar í durunum, nikkar
til stevið. Ímillum myntu
og basilikum syngur Lola
síni saetas – Lola,
sum plagdi at stara bilsin
í býarins gosbrunnarnar
at síni spegilsmynd
II. Lola
Lola vaskar blæur í vatnfati,
ið stendur undir appilsintræi. Grønoygd
og blákolluraddað njórar hon eina saeta,
sum hon sang fyri árum síðan – áh, ást undir
blómandi appilsintræi. Vatnveitingin
skyggir í sólini; spurvalát
í oljuberjatræi beint við – áh, appilsinblómur
og ást. Tá sápan er skolað úr, koma
minnini um ungar tarvafiktarar – áh, ást í blóma
undir appilsintrænum
EPITAFF TIL KATRINU
eftir Leonidas úr Tarentum
I. Tann vilsti
Nátt er, ódnartíð og landsynningsódn – hann rak hana inn í landið og beindi fyri mær. Eg, Kallaeskros, fór yvir um brúnna, tá sigaldurnar sópaðu mær bilin útí. Og nú hvíli eg her,** sokkin djúpt niður í fenjutan ósa. Havið aldar uppi yvir mær;
steinbítur skonast um míni bitnu bein. Á gravsteininum stendur her liggur
men tað passar ikki.
II. Burturfluttur
Eg segði tað við familjuna, at eg heldur vildi doyggja enn verða
burturfluttur saman við teimum. Men tey yvirtalaðu meg, og eg doyði meðan
eg bíðaði eftir at sleppa heim úr Dallas. Eg hevði bara tann besta gittaran
við mær og lat hinar flóta eftir og fúna. Gudarnir góvu mær í staðin fyri afturkomu – tríggjar sangir á eini savnsfløgu við ódnarskáa. Á baksíðuni á iTuneinum
stendur at eg havi hunangsrødd. Sig so ikki at gudarnir gloyma síni
III. Ein umbøn
Fert tú til Atlanta,
sig so við Theris, at sonur hansara, Kleitagoros, er deyður í ódnini
og pakkar nú og kemur heim
eftir nógv ár. Tað er lítið at biða, men tað hevði munað.
Hevði tú tímað at gjørt tað fyri meg? Sjálvt tey deyðu duga
at gera eina góða gerð afturfyri.
VI. Canal Street
Eg, Gorgos, forsyrgdi mær við eina stripparastong, har eg dansaði sum drag
á einum náttklubba á Canal Street. Eitt- og fimmlepar rukkaðir
niður í mína málmflykrulíning merktu universitet og sjónleikardreym.
Eg var fangaður í skiftirúminum tá tað breyt gjøgnum byrgingina, glitvevað klæðir flutu, og eg doyði
og eri farin uppí hjá øllum hinum.
V. Ex Mississippi
Ferðandi, steðga eitt bil
og les hesa innskrift: undir hesum steini liggur Leonidas.
Eg doyði og varð grivin her, fjart úr mínum heimlandi.
Hvar var tað? Bilouxi, Gulfport, Pascagoula – Kann tað ikki gera tað sama nú? Hades er eins fjart
frá teim plássum sum frá hesum.
FROÐUSPRETTAN
Eg kvøði um hvussu ógongd
fjøllini eru og um, at sólin er
griffil, ið kleimir leir
har, sum regnið heldur dustinum
føstum í runu. Náttarinnar tráa kallan
og endurtøka fílar minnið,
als ikki eg, einans piðað minnir,
ið hanga føst sum
tómur ryggjarskjøldur í morrispálma.
Eg kvøði um alt ósjónligt
men tað einasta, sum nakar hoyrir, er okkurt skurra
inni í ovbúnari mangofrukt–
PARALLAX
Kaldur vetur, hvítt
úr onkrum komandi
Jerusalemmi,
har eg skal sita
og maksa útyvir
misti fostrið í dag.
eg tók telifonina
og fór út
í kavanáttina
uttan mið og mál
Hvussu kundi eg yvirhøvur skriva,
tá eg einki kendi til miss?
Hesin heimur,
ið eg ferðist gjøgnum,
er mítt heim
DROTNING AV SUÐURLANDINUM
Beiggi tín skypar úr Bagdad hvønn týsdag
men í kvøld ringdi hann ikki. Tú mól í køkinum
og hugsaði at kanska vóru tey álopin, ella linjan
aftur stolin til gamalt kopar. Froðusprettulátið
úr bønum veldi upp til ýl
og tá alt bleiv ov nógv, fórt tú í stramma blusu
og koyrdi inn í býin. Nú strýkur tú fram við mær við barrina,
kemur ímóti, og keypir tín næsta whiskey. Alkoholið
og larmurin, anding tín lætnar av ljóðinum** av at bróta biljardkúlur. Barrvørðurin
hyggur upp og niður at tær. Tíni heinekenfløskugrønu
eygur neista í barrlýsinum. Hetta var tað tú ætlaði –
onkrastens at vera eingin, at vera onkur
til at gløa at, bara einar boppur, á hesum staði,
har tatoveraðir genturyggar eru sum bókaryggar at lesa,
siga lítið, lova nógv. Bobby Gail,
tú hevur verið her fyrr. Leyst hár, eygu sum slættaúlvurin
tínar rørslur siga mær
at tú vilt at onkur, at eg, skal fara heim við tær,
har sum eingi boð bíða (ella jú kanska alíkavæl)
men skulu vit ikki práta eina løtu um hvussu langt tað er úr Babylon og hertil
og fylgisveinaveir og koparveir, litin
á tínum platinrandaða brá, ið hevjast til at fordøma
at eg ikki bara taki tað sum eg verði bjóðaður: stramt polyester, etikettir
siggarettir og tilvildssex. Basra og Bagdad eru so langt burtur** og eg kann barasta ikki ætla hvussu
øðrvísi enn tú genturnar har eru
Agnar Artúvertin, týddi