![](/myndir/myndin-17441_r_705_0.jpg)
Sambandsflokkurin vil rentutryggja tey, sum vilja hava tak yvir høvdið
Við at tryggja rentuna og læsa hana fasta, fáa fólk møguleika at seta føtur undir egið borð
Sambandsflokkurin vil, at familjur, einstaklingar og onnur, sum í løtuni nærmast skríggja eftir íbúðum ella sethúsum, skulu fáa síni ynski uppfylt. Fyri tey flestu er talan er um at gera størstu einstøku íløguna í lívinum. Tí ræður um bæði at lætta um, og samstundis gera tað lættari og tryggari at seta føtur undir egið borð.
Hvussu skal hetta gerast?
Mugu fáa eina realkredittlíknandi fígging
Seinastu
árini er alsamt størri partur av láninum til sethús fíggjaður við vanligum
bankalánum til skiftandi rentu, heldur enn at nýta trygg realkredittlán, har
sethúsaeigarin ikki verður tikin á bóli um ella tá rentan fer upp.
Krav Sambandsflokksins er, at fólk skulu rentutryggjast móti rentuhækkingum. Um rentan hækkar ógvusliga, er eingin ivi um, at dreymurin um hús ella íbúð ferð fyri skjeyti, áðrenn man veit av.
Rentufellan er tann ringasta at detta niður í. Tí má og skal tað almenna taka eitt álvarsligt tak og verða við til rentutryggingina. Familjur eiga at fáa eina trygga og fasta rentu.
Javnseta mvg-lógina
Harumframt
vil Sambandsflokkurin javnseta sethús og leigubústaðir. Tað gevur onga meining,
at leigubústaðir eru frítiknir fyri mvg, meðan sethús, ið mong vilja hava,
skulu rinda fult mvg.
Hetta skal broytast skjótt, so javnsetingin kemur upp á pláss.
Um familjur og fólk eisini fáa atgongd til grundøkir, og fáa møguleika at leiga grundøkir, so sleppa familjurnar undan at leggja tað fyrstu hálvu til hálva aðru milliónir krónur út fyri eitt grundstykki. Øll vita, at grundøkið eru kostnaðarmikil, ikki minst í meginøkinum.
Tinglýsing gerast bíligari
Eingin
kann liva við at skula gjalda 30.000 ella enn meira til Tinglýsing. Hetta er
púra burturvið. Ung, ið vilja seta búgv, hava als ikki ráð til slík ”rán”.
Eingin ivi er um, at Tinglýsingargjaldið skal lækka, fyri at lata fólk og familjur sleppa undan hesum ógvusliga gjaldi, ið ikki er kostnaðargrundað og tí ein eyka skattur fyri at seta búgv
Best fyri øll
Eingin
ivi er um, at tiltøkini, ið Sambandsflokkurin vil hava ígjøgnum, fara at gera
tað nógv lættari og tryggari hjá familjum, einstaklingum og øðrum at festa
búgv. Tá fáa fólk dreymarnar um leiguíbúðir ella hús uppfylt. Soleiðis eigur
tað almenna og privata at spæla saman, til tess at fáa fólki tak yvir høvdið.
Bárður S. Nielsen
formaður
í Sambandsflokkinum