Við
at tryggja rentuna og læsa hana fasta, fáa fólk møguleika at seta føtur undir
egið borð
Sambandsflokkurin
vil, at familjur, einstaklingar og onnur, sum í løtuni nærmast skríggja eftir
íbúðum ella sethúsum, skulu fáa síni ynski uppfylt. Fyri tey flestu er talan er
um at gera størstu einstøku íløguna í lívinum. Tí ræður um bæði at lætta um, og
samstundis gera tað lættari og tryggari at seta føtur undir egið borð.
Hvussu
skal hetta gerast?
Mugu
fáa eina realkredittlíknandi fígging
Seinastu
árini er alsamt størri partur av láninum til sethús fíggjaður við vanligum
bankalánum til skiftandi rentu, heldur enn at nýta trygg realkredittlán, har
sethúsaeigarin ikki verður tikin á bóli um ella tá rentan fer upp.
Krav
Sambandsflokksins er, at fólk skulu rentutryggjast móti rentuhækkingum. Um
rentan hækkar ógvusliga, er eingin ivi um, at dreymurin um hús ella íbúð ferð
fyri skjeyti, áðrenn man veit av.
Rentufellan
er tann ringasta at detta niður í. Tí má og skal tað almenna taka eitt
álvarsligt tak og verða við til rentutryggingina. Familjur eiga at fáa eina
trygga og fasta rentu.
Javnseta
mvg-lógina
Harumframt
vil Sambandsflokkurin javnseta sethús og leigubústaðir. Tað gevur onga meining,
at leigubústaðir eru frítiknir fyri mvg, meðan sethús, ið mong vilja hava,
skulu rinda fult mvg.
Hetta
skal broytast skjótt, so javnsetingin kemur upp á pláss.
Um
familjur og fólk eisini fáa atgongd til grundøkir, og fáa møguleika at leiga
grundøkir, so sleppa familjurnar undan at leggja tað fyrstu hálvu til hálva
aðru milliónir krónur út fyri eitt grundstykki. Øll vita, at grundøkið
eru kostnaðarmikil, ikki minst í meginøkinum.
Tinglýsing
gerast bíligari
Eingin
kann liva við at skula gjalda 30.000 ella enn meira til Tinglýsing. Hetta er
púra burturvið. Ung, ið vilja seta búgv, hava als ikki ráð til slík ”rán”.
Eingin
ivi er um, at Tinglýsingargjaldið skal lækka, fyri at lata fólk og familjur
sleppa undan hesum ógvusliga gjaldi, ið ikki er kostnaðargrundað og tí ein eyka
skattur fyri at seta búgv
Best
fyri øll
Eingin
ivi er um, at tiltøkini, ið Sambandsflokkurin vil hava ígjøgnum, fara at gera
tað nógv lættari og tryggari hjá familjum, einstaklingum og øðrum at festa
búgv. Tá fáa fólk dreymarnar um leiguíbúðir ella hús uppfylt. Soleiðis eigur
tað almenna og privata at spæla saman, til tess at fáa fólki tak yvir høvdið.
Bárður
S. Nielsen
formaður
í Sambandsflokkinum