
Sambandsflokkurin sera sterkan lista í Eysturoynni
Samhald, sum er veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy, hevði
uppstillingarfund til løgtingsvalið, mikukvøldið 12. august 15, í
Sjókaféini í Runavík.
Sambandsflokkurin hevur við hesum valevnum ein sera sterkan lista í Eysturoynni við tað, at øll valevnini eru roynd í politikki, tey flestu enntá við drúgvum politiskum royndum.
Umframt tey fýra, sum hava sitið hetta valskeiðið sum løgtingslimir fyri Sambandsflokkin, er talan um Magnus Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu og Vinjard Johansen, sum hevur havt sæti á tingi sum varamaður.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, hevur áður boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til komandi býráðsval og hann endurtók hesa fráboðan á fundinum.
Valevnini hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni eru:
1. Alfred Olsen, løgtingsmaður, Toftir
2. Edva Jacobsen, løgtingskvinna, Fuglafjørður
3. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Strendur
4. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Lamba
5. Reimund Langgaard, løgtingsmaður, Leirvík og
6. Vinjard Johansen, sølumaður, Saltangará