Sambandsflokkurin sera sterkan lista í Eysturoynni

Samhald, sum er veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy, hevði
uppstillingarfund til løgtingsvalið, mikukvøldið 12. august 15, í
Sjókaféini í Runavík.


Til løgtingsvalið stillar Samhald 6 valevnir úr Eysturoynni upp, fimm menn og ein kvinna.



Sambandsflokkurin hevur við hesum valevnum ein sera sterkan lista í
Eysturoynni við tað, at øll valevnini eru roynd í politikki, tey flestu
enntá við drúgvum politiskum royndum.



Umframt tey fýra, sum hava sitið hetta valskeiðið sum løgtingslimir fyri
Sambandsflokkin, er talan um Magnus Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar
kommunu og Vinjard Johansen, sum hevur havt sæti á tingi sum varamaður.



Magnus Rasmussen, borgarstjóri, hevur áður boðað frá, at hann ikki
stillar upp aftur til komandi býráðsval og hann endurtók hesa fráboðan á
fundinum.



Valevnini hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni eru:



1. Alfred Olsen, løgtingsmaður, Toftir

2. Edva Jacobsen, løgtingskvinna, Fuglafjørður

3. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Strendur

4. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Lamba

5. Reimund Langgaard, løgtingsmaður, Leirvík og

6. Vinjard Johansen, sølumaður, Saltangará