
Ráðgevarafelagið skipar fyri skeiði í byggirætti 28. oktober
Skeið í byggirætti ABF 06 verður tann 28. oktober kl. 9.00 á Hotel Føroyum.
Tað er vinnugreinafelagið Ráðgevarafelagið, har arkitekta- og verkfrøðingarvirkir eru limir, sum skipar fyri skeiðnum fyri limunum og øðrum samstarvsfeløgum í samstarvi við FRI (Forening for rådgivende ingenører).
Skeiðið er ein innleiðsla í byggirætti. Undirvísari verður Lars Gregersen, Advokat (H) Partner DELACOUR, ið er serfrøðingur innan byggirætt: http://industry.fo/kalendari?Action=1&NewsId=1747&PID=11948
Luttøkugjaldið er kr. 2.000 fyri limir í FRI og Rágevarafelagnum og kr. 4.000 fyri ikki limir.
Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo.