Ráðgevarafelagið skipar fyri skeiði í byggirætti 28. oktober
Skeið í byggirætti ABF 06 verður tann 28. oktober kl. 9.00 á Hotel Føroyum.
Tað er vinnugreinafelagið Ráðgevarafelagið, har arkitekta- og verkfrøðingarvirkir eru limir, sum skipar fyri skeiðnum fyri limunum og øðrum samstarvsfeløgum í samstarvi við FRI (Forening for rådgivende ingenører).
Luttøkugjaldið er kr. 2.000 fyri limir í FRI og Rágevarafelagnum og kr. 4.000 fyri ikki limir.