Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd frá fundi um Prostata hjá Krabbameinsfelagnum.

Prostatabólkurin skipar fyri hugnaløtu


Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava haft prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu.

 Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum, sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.

Hugnaløtan verður mikukvøldið 31. oktober kl. 19.00 - 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

 Á skránni verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera, umframt at Magni Mohr, phD í ítróttar fysiologi, kemur at siga frá um: Kropsliga venjing sum viðgerð av prostatakrabba.

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur. Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi. At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.