Prostatabólkurin skipar fyri hugnaløtu







Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava haft prostatakrabba,
bjóðar til hugnaløtu.


 Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum,
sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.


Hugnaløtan verður mikukvøldið 31. oktober kl. 19.00 - 21.00 í
hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.


 Á skránni verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera, umframt
at Magni Mohr, phD í ítróttar fysiologi, kemur at siga frá um: Kropsliga
venjing sum viðgerð av prostatakrabba.


Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar.
Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur. Tað er gott at
fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa,
at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og
sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi. At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør
øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um
tað, ið kann vera torført og tungt at bera.