Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politikkur og fyrisiting í komandi tíðum

Føroyar eru ein smátjóð í heimssamfelagnum, og vit verða stútt og støðugt ávirkað av risarákum uttanífrá, og trýstið á okkum at arbeiða meira framtíðargrundað bara veksur.

Avbjóðingarnar fyri føroysku fyrisitingina eru stórar, men møguleikarnir eru somuleiðis nógvir.

Várskúlin, sum verður 23. – 26. mars, er samstarv millum Stjórnarskúlan hjá landsfyrisitingini í Tinganesi og Fróðskaparsetur Føroya, og á várskúlanum seta vit og viðgera vit stórar spurningar.

• Hvussu skal føroyska samfelagið brynja seg til framtíðina?
• Hvussu arbeiða vit við óvissu?
• Hvussu virka vit í altjóða framtíðar politikki, og hvussu sær framtíðar politikksmíð út?
• Hvat eyðkennir eina smátjóð?
• Hvussu arbeiða vit við risarákum og senariubygging?

Várskúlin er ætlaður starvsfólki í landsfyrisitingini, lesandi og øðrum, sum hava áhuga fyri at dagføra og menna sínar fyrisitingarligu førleikar.

Lesið meira um Várskúlan á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum setur.fo ella setið tykkum í samband við Rúna Rasmussen, deildarstóra á Løgmansskrivstovuni, telefon 551041, Jens Christian S. Justinussen, ph.d og undivísingarleiðara á Fróðskaparsetrinum, telefon 292582 ella Biritu Nolsø, samskipara av Stjórnarskúlanum og fulltrúa á Løgmansskrivstovuni.