Politikkur og fyrisiting í komandi tíðum
Føroyar eru ein smátjóð í heimssamfelagnum, og vit verða stútt og støðugt ávirkað av risarákum uttanífrá, og trýstið á okkum at arbeiða meira framtíðargrundað bara veksur.
Avbjóðingarnar fyri føroysku fyrisitingina eru stórar, men møguleikarnir eru somuleiðis nógvir.
Várskúlin, sum verður 23. – 26. mars, er samstarv millum Stjórnarskúlan hjá landsfyrisitingini í Tinganesi og Fróðskaparsetur Føroya, og á várskúlanum seta vit og viðgera vit stórar spurningar.
• Hvussu skal føroyska samfelagið brynja seg til framtíðina?
• Hvussu arbeiða vit við óvissu?
• Hvussu virka vit í altjóða framtíðar politikki, og hvussu sær framtíðar politikksmíð út?
• Hvat eyðkennir eina smátjóð?
• Hvussu arbeiða vit við risarákum og senariubygging?
Várskúlin er ætlaður starvsfólki í landsfyrisitingini, lesandi og øðrum, sum hava áhuga fyri at dagføra og menna sínar fyrisitingarligu førleikar.
Lesið meira um Várskúlan á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum setur.fo ella setið tykkum í samband við Rúna Rasmussen, deildarstóra á Løgmansskrivstovuni, telefon 551041, Jens Christian S. Justinussen, ph.d og undivísingarleiðara á Fróðskaparsetrinum, telefon 292582 ella Biritu Nolsø, samskipara av Stjórnarskúlanum og fulltrúa á Løgmansskrivstovuni.