Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensionistarnir gjalda gildið

Aftaná at samgongan í hesum løgtingsskeiðið hevur rænt 1.2 milliardir, ella 1200 milliónir við at forskatta pensiónirnar frá okkara framtíðar pensionistum til ein skattalættað, so tykist tað heilt ótrúligt at Fólkaflokkurin brúkar hetta ránið sum valagn.

Samstundis sum Fólkaflokkurin hevur rænt hesa góðu milliardina frá framtíðar pensionistum, so koma hesi somu landsstyrisfólk at sita afturá, tá tann tíðin kemur og njóta tær kr. 30.000,- um mánaðan, sum teir hava játtað sær sjálvum. Hetta uttan at hesi hava goldið eitt fimm oyra til sína egnu pensión.

Oman á tað heila so smæðist samgongan ikki fyri, at somu pensionistar skulu um nøkur ár gjalda 15 % av síni løn til egnu pensión. Ikki nokk við, harafturat er lógarfest, at hækka skattin hjá framtíðar pensionistum úr 35 % uppá 40 %.

Hvat hava so okkara pensionistar fingið í sín lut hetta valskeiðið, tí okkurt mega pensionistarnir  fáa burturúr hesi milliardini ið samgongan  so rúmsátt hevur latið teimum á hægstu rókunum. Jú. aftaná at nakrir krákumánaðir eru eftir av hesum valskeiðið, so var samvitskan so kolasvørt,  at játtað varð pensionistunum kr. 350,00 um mánaðan frá 01.07.15.

Tó var so seint atborið, at ístaðin fyri at peningurin varð játtaður frá 01.01.2014. so lá samgongan oman á hesum málið, at peningurin ikki var útgoldin fyrr enn fyrst í juli mánaði. So tað var ikki hissini fíggjarligur stuðul ið pensionistarnir fingu. Tí hesar 350 krónurnar um mánaðin er akkurát fyri ein mjólkapakka um dagin hjá føroysku pensionistunum.

So sosiali  facitlistin hjá hesi samgongu er : Uppí 7000 krónur um mánaðan í skattalætta til tey á ovastu rókum. Forskatta framtíar pensiónir, eins og hækka pensiónssakttin frá 35% uppí 40%. Meðan tað gráa gulli, okkara pensionistar, tey sum hava uppbygt okkara samhaldfasta samfelag, teimum unnar sitandi samgonga 11 krónur um dagin, ella tað sum svarar til ein mjólkapakka um dagin.

Løgtingsvalið snýr seg um hvøn einstakan, og um tit ynskja broyting frá einum ógvusligum harðrendum borgarligum politikki, ella tit ynskja ein samhaldsfastan politik, har samfelagsvirðini ikki bert skulu koma nøkrum fáum tilgóðar. Valið er títt. 

Frank Davidsen