Pensionistarnir gjalda gildið

Aftaná at samgongan í hesum løgtingsskeiðið hevur rænt 1.2
milliardir, ella 1200 milliónir við at forskatta pensiónirnar frá okkara
framtíðar pensionistum til ein skattalættað, so tykist tað heilt ótrúligt at
Fólkaflokkurin brúkar hetta ránið sum valagn.



Samstundis sum Fólkaflokkurin hevur rænt hesa góðu
milliardina frá framtíðar pensionistum, so koma hesi somu landsstyrisfólk
at sita afturá, tá tann tíðin kemur og njóta tær kr. 30.000,- um mánaðan,
sum teir hava játtað sær sjálvum. Hetta uttan at hesi hava goldið eitt fimm
oyra til sína egnu pensión.

Oman á tað heila so smæðist samgongan ikki fyri, at
somu pensionistar skulu um nøkur ár gjalda 15 % av síni løn til egnu
pensión. Ikki nokk við, harafturat er lógarfest, at hækka skattin hjá
framtíðar pensionistum úr 35 % uppá 40 %.



Hvat hava so okkara pensionistar fingið í sín lut hetta
valskeiðið, tí okkurt mega pensionistarnir  fáa burturúr hesi milliardini
ið samgongan  so rúmsátt hevur latið teimum á hægstu rókunum. Jú. aftaná
at nakrir krákumánaðir eru eftir av hesum valskeiðið, so var samvitskan so
kolasvørt,  at játtað varð pensionistunum kr. 350,00 um mánaðan frá
01.07.15.

Tó var so seint atborið, at ístaðin fyri at peningurin varð
játtaður frá 01.01.2014. so lá samgongan oman á hesum málið, at peningurin ikki
var útgoldin fyrr enn fyrst í juli mánaði. So tað var ikki hissini fíggjarligur
stuðul ið pensionistarnir fingu. Tí hesar 350 krónurnar um mánaðin er
akkurát fyri ein mjólkapakka um dagin hjá føroysku pensionistunum.



So sosiali  facitlistin hjá hesi samgongu er : Uppí
7000 krónur um mánaðan í skattalætta til tey á ovastu rókum. Forskatta
framtíar pensiónir, eins og hækka pensiónssakttin frá 35% uppí
40%. Meðan tað gráa gulli, okkara pensionistar, tey sum hava uppbygt
okkara samhaldfasta samfelag, teimum unnar sitandi samgonga 11 krónur um dagin,
ella tað sum svarar til ein mjólkapakka um dagin.

Løgtingsvalið snýr seg um hvøn einstakan, og um
tit ynskja broyting frá einum ógvusligum harðrendum borgarligum
politikki, ella tit ynskja ein samhaldsfastan politik, har samfelagsvirðini
ikki bert skulu koma nøkrum fáum tilgóðar. Valið er títt.
 



Frank Davidsen