Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggi løgtingssessurin hjá Pálli á Reynatúgvu ger, at hann noyðist at leggja frá sær bæði sum formaður og nevndarlimur í SEV, tí tað krevur stýrisskipanarlógin.

Páll á Reynatúgvu frá sum SEV-formaður

Nýggi løgtingssessurin hjá Pálli á Reynatúgvu ger, at hann noyðist at leggja frá sær bæði sum formaður og nevndarlimur í SEV, tí tað krevur stýrisskipanarlógin. Mánadagin fer Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær bæði sum formaður og nevndarlimur í SEV.

Tað upplýsir hann fyri portal.fo.

Orsøkin er, at hann sum løgtingslimur ikki kann sita í nevndum og ráðum, sum løgtingið hevur eftirlit við, sambært stýrisskipanarlógini.

Páll á Reynatúgvu varð valdur á ting á løgtingsvalinum 29. oktober fyri Tjóðveldi, og noyðist sostatt at taka seg úr SEV.

Dalbingur loysir av

Páll á Reynatúgvu hevur sum umboð fyri Sandoyar sýslu verið nevndarlimur í SEV, síðani sitandi nevnd varð vald í februar 2009 og skipaði seg við honum sum formanni.

Varamaður hjá Pálli á Reynatúgvu er Bødvar Poulsen í Dali, sum sostatt kemur aftur í nevndina nú. Bødvar sat eisini í undanfarnu nevndini.

Ikki er greitt, hvør verður nýggjur nevndarformaður í SEV. Næstformaður í løtuni er Jákup Sune Lauritsen úr Sørvági.

Nevndin skipar seg sjálv.

Kelda: www.sev.fo