Nýggi løgtingssessurin hjá Pálli á Reynatúgvu ger, at hann noyðist at leggja frá sær bæði sum formaður og nevndarlimur í SEV, tí tað krevur stýrisskipanarlógin. Mánadagin fer Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær bæði sum formaður og nevndarlimur í SEV.
Tað upplýsir hann fyri portal.fo.
Orsøkin er, at hann sum løgtingslimur ikki kann sita í nevndum og ráðum, sum løgtingið hevur eftirlit við, sambært stýrisskipanarlógini.
Páll á Reynatúgvu varð valdur á ting á løgtingsvalinum 29. oktober fyri Tjóðveldi, og noyðist sostatt at taka seg úr SEV.
Dalbingur loysir av
Páll á Reynatúgvu hevur sum umboð fyri Sandoyar sýslu verið nevndarlimur í SEV, síðani sitandi nevnd varð vald í februar 2009 og skipaði seg við honum sum formanni.
Varamaður hjá Pálli á Reynatúgvu er Bødvar Poulsen í Dali, sum sostatt kemur aftur í nevndina nú. Bødvar sat eisini í undanfarnu nevndini.
Ikki er greitt, hvør verður nýggjur nevndarformaður í SEV. Næstformaður í løtuni er Jákup Sune Lauritsen úr Sørvági.
Nevndin skipar seg sjálv.
Kelda: www.sev.fo