Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Spennandi temablað um fisk og sjóvinnu

23. Nov 2017

Fjórða útgáva av kunningar- og kjakblaðnum Sjógvur & Fólk er prentað og løgd út á internetið. Blaðið inniheldur eitt stórt tema um fiskivinnuskipan við fleiri greinum um evnið, frá diskussiónum fyri og ímóti lykla hugtøkum og elementum í uppskotum sum hava verið frammi, til ein spennandi søguligan samandrátt um vald kring fiskivinnupolitikk, íroknað hvussu frásøgnin, diskursurin, hevur flutt seg gjøgnum árini, og hvussu talan ikki sjáldan hevur verið, og framvegis er, um politiskt maktspæl og royndir at kanna sær so stórar bitar sum møguligt av tí fæi og peningi sum streymar gjøgnum Føroyar.

les meir

Heilafelagið 20.000 frá Lions

23. Nov 2017

Ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti í ár fer til skeið fyri avvarðandi og fakfólk innan seinheilaskaðaøkið

les meir

Sunnudagin er aftur hugnaløta á Báta- og listasavninum í Leirvík

23. Nov 2017

Sunnudagin 26. november kl. 16.00 er aftur hugnaløta á Báta- og listasavninum í Leirvík, har ið tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, fara at spæla konsert.

les meir

Sangir, ið tey ikki vildu, at vit skuldu hoyra

22. Nov 2017

Norski sangarin og sangskrivarin Moddi var eitt av høvuðsnøvnunum á G! Festivalinum í 2014, nú er hann aftur í Føroyum, hesaferð við einum savni av forbodnum sangum.

les meir

HARÐSKAPUR - í navni kærleikans

22. Nov 2017

Leygarkvøldið ber til at síggja vælumtókta og biografaktuella filmin “VOLD – I kærlighedens navn” í Norðurlandahúsinum.

les meir

Jørgin Jacobsen settur sum tekniskur leiðari á JT electric

22. Nov 2017

Jørgin Jacobsen er settur í starv sum tekniskur leiðari á JT electric. Hann kemur úr starvi sum maskinstjóri hjá Australska felagnum Sapura Energy, sum virkar innan oljuvinnuna í Australia og Asia.

les meir

Ársfundurin hjá NEAFC 2017

22. Nov 2017

Ársfundurin hjá NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) var hildin í London í døgunum 13. – 17. november. Talan var um 36. ársfundin hjá NEAFC. Føroyar luttaka í NEAFC í felags sendinevnd saman við Grønlandi. Hini limalondini eru ES, Ísland, Noreg og Russland.

les meir

Toymið í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum

22. Nov 2017

ABC fyri sálarliga heilsu savnaðist fyri aðru ferð mikudagin t. 15. november, tá eini 40 fólk vóru samlaði.

les meir