Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Poul Michelsen hitt amerikonsku sendifrúnna í Keypmannahavn

14. Jun 2018

Mikudagin var landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum á kurteisisvitjan hjá Carla Sands, amerikonsku sendifrúnni í Keypmannahavn.

les meir

Sjúklingahotellið í Keypmannahavn - tørvur á fleksibiliteti

14. Jun 2018

Sjúklingahotellið í Keypmannahavn hevur alstóran týdning fyri øll tey, sum verða rakt av sjúku, har tørvur er á umsorgan, góðum mati og støðugum og tryggum kørmum. Hotellið er m.a. ein liður í, at fólk eru væl fyri til sjúkraviðgerð og eisini fyri, at nøkur kunnu koma skjótari fyri seg aftur. Men hotellið er oftani so mikið ovurfylt, at fólk muga fara heim ella finna aðra loysn, og tí er tørvur á einari fleksiblari loysn

les meir

Fiskaaling mennir nýggjan hátt at staðfesta laksalýs

14. Jun 2018

GRANSKING: Fiskaaling er við í eini verkætlan, sum júst hevur fingið fígging frá einum norskum grunni, hvørs endamál er at menna ein nýggjan hátt at finna lýs í sjónum.

les meir

Ein vanlukkulig fiskivinnunýskipan

14. Jun 2018

Fiskivinnunýskipanin er ein vanlukka fyri okkara land, tá reiðarar byrja at selja skip av landinum grundað á nýskipanina. Tað er eisini okkurt galið, tá flakavirki ikki sleppa at byggja út. Tí má nakað gerast skjótt frá politiskari síðu, fyri at rætta uppá vinnuskaðiligu avleiðingarnar, sum vísa seg frá nýggju fiskivinnulóggávuni

les meir

Semja við Maskinmeistarafelagið

13. Jun 2018

Í farnu viku varð semja undirskrivað um nýggjan sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi. Sáttmálin er galdandi frá 1. juni 2018 til 1. juni 2020.

les meir

Maktin glatar

13. Jun 2018

Svikið. Vit siga hann hevur svikað. Nei, her eru eingi prógv. Útvarp Føroya og Portalurin siga áhaldandi at hann hevur svikað. Meðan hetta stendur uppá, avdúkar Kringvarpið at Sosialurin er korruptur og fær m.a. ókeypis flogseðlar frá Atlantsflog. Nakað seinni verður Eirikur Lindenskov tikin niðan í Sortudíki, sum tað stóra sannleikavitnið. Skil tað, hann sum skilja vil.

les meir

Tryggingararavtalan ímillum Havnar Handverkarafelag og Betri Pensión vorðin enn betri

12. Jun 2018

Nýggja avtalan, sum umfatar øll 5 feløgini í LFH,hevur við sær,at tryggingarupphæddirnar hjá limunum í hesum feløgum eru hækkaðar.

les meir

Skeið: Vegurin sum arbeiðspláss – 4 pláss eftir

12. Jun 2018

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri skeiðnum “Vejen som arbejdsplads”

les meir