Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Lagaligari hjá eldri fólki at endurnýggja koyrikortið

22. Sep 2018

Løgtingið gjørdi nakrar broytingar í ferðslulógini í fjør. M.a hækkaði aldursmarkið fyri krav um læknaváttan við endurnýggjan av koyrikorti vegna aldur í koyrikortflokki 1 úr 70 árum upp í 75 ár. Koyrikortflokkur 1 umfatar stórt prutl, motorsúkklu og vanligan bil.

les meir

Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini

21. Sep 2018

Nobelvirðislønti búskaparfrøðingurin James J. Heckman vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið.

les meir

Kaj Leo spyr Rigmor um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø

21. Sep 2018

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

les meir

TJALDUR 2018 – MEST UMFATANDI TILBÚGVINGARVENJINGIN Í FØROYUM

21. Sep 2018

Meira enn 400 luttakarar frá 19 ymiskum myndugleikum og felagsskapum vóru seinnapartin í gjár við í eini hini mest umfatandi tilbúgvingarvenjingini nakrantíð í Føroyum, sum varð hildin á Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 16:43.

les meir

Fiskaaling vil frætta frá sílafiskarum um kúlulaks

21. Sep 2018

GRANSKING: Fiskaaling er nú farið undir at kanna í hvussu stóran mun kúlulaksur búleikast í føroyskum firðum og áum. Endamálið er at fáa gjørt eina meting av í hvønn mun hetta fiskaslagið kann gerast ein hóttan móti alivinnuni, tá ræður um spjaðing av møguligum fiskasjúkum, sum ikki frammanundan finnast í Føroyum. Fiskaaling, sum ger kanningina eftir áheitan frá Havbúnaðarfelagnum, vil fegin hoyra frá sílafiskarum, sum hava fingið ella møguliga fara at fáa kúlulaks á húkin.

les meir

FF hevur fatur á rætta endanum

20. Sep 2018

Eftir ábreiðslur frá Føroya Fiskimannafelag er Fiskimálaráðið nú sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum farið at endurskoða mannagongdirnar í sambandi við útskriving av fiskiloyvum.

les meir

1.335 pizzur innan 8 tímar

20. Sep 2018

Týsdagin fylti Pizza 67, 20 ár í hesum sambandi vórðu pizzur seldar fyri 20 kr., og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið.

les meir

Gloym meg ei latið upp í Klaksvík

20. Sep 2018

Mánadagin 17. september 2018, lat virknis- og tilhaldsstaðið "Gloym meg ei" upp í nýggjum hølum í Klaksvík. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt røðu til móttøkuna. Røðan kann lesast her.

les meir